Kjak

Valið '19: Eitt frælst samfelag er eitt samfelag við Framsókn

Bjarni Kárason Petersen, Framsókn

Bjarni Kárason Petersen, Framsókn

2019-08-29 16:40 Author image
Bjarni Kárason Petersen

Í valskránni hjá Framsókn stendur:

“Í løtuni er samfelag okkara væl fyri. Hesa støðuna skulu vit varðveita. Tí ræður um ikki at renna alt um koll við gramm leika ella politiskari líkasælu og ábyrgdarleysum vallyftum. Vit skulu tryggja búskaparligt skynsemi og holla stovnsrøkt, so hetta framhaldandi kann vera grundarlagið undir okkara vælferð.

Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.”

Hetta er nakað vit fara á val uppá, tí at hetta er nakað vit meina. Tað er nú vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, og syrgja fyri at føra varnan politikk, bæði so og so.

Framsókn byggur á trý grundleggjandi frælsi. Tað persónliga, tað vinnuliga og tað tjóðskaparliga frælsi. Hendan kumpasin hevur verið mín politiska vegleiðing, síðani eg fór inn í politikk fyri 7 árum síðani. Og hendan kumpasin riggar eins væl í dag, sum hon gjørdi tá. Hetta haldi eg eru hóskandi virðir at leggja samfelagið til rættis eftir.


Persónliga frælsið

Ein grundleggjandi fortreyt fyri trivnaði og menning í einum samfelag, er at tað fólki hevur frælsi og rásarúm til at leggja sína egnu tilveru til rættis sum teimum lystir. Tað almenna skal í so avmarkaðan mun sum til ber taka avgerðir borgarans vegna. Øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.

Ein grundsúla í tí persónliga frælsinum er javnrættur. Tað at øll eru, og skula vera líka yvirfyri lógini. Men í tí sosialdemokratisku hugsanini eru tað tíverri rørslur, ið eru við til at undirgrava hetta grundleggjandi prinsippið. Tað er nemliga munur á hugtøkini javnrættur og javnstøða. Í Føroyum tykist alt at snúgva seg meira um javnstøðu, heldur enn javnrætt. Vit fara við okkara borgarum sum bólkar, heldur enn einstaklingar. Vit skulu venda hesari vanahugsan bakið, og heldur tryggja at vit øll eru líka yvirfyri lógini. Tað merkir at ongin samfelagsbólkur skal hava serrættindi í samfelagnum. Tí eru tól so sum kynskvotur ikki í amboðskassanum hjá Framsókn.

Ein annar táttur í orðaskiftinum um javnstøðu er barsilsskipanin. Barsilskipanin er sett upp soleiðis í dag, at kvinnan í nógv størri mun hevur ábyrgd av at taka sær farloyvið, í og við at hon hevur fleiri vikur oyramerktar enn maðurin. Hetta setur hana í eina óhepna støðu á arbeiðsmarknaðinum, tá ið arbeiðsgevarin tekur atlit sum hesi, tá ið hann skal seta fólk í starv. Vit mugu tískil taka burtur allar oyramerkingar, soleiðis at foreldur kunnu býta vikutalið sína millum. Landið skal ikki áseta politiskt, hvussu nógv hvørt av foreldrunum skal ansa eftir barninum. Hetta eiga skulu vaksin fólk nokk finna út av sjálvi.

Frælsi til at velja er grundleggjandi hjá okkum í Framsókn. At velja til, og velja frá. Hetta er grundleggjandi fyri menningina, lívsgóðskuna og eydnuna hjá tí einstaka, og tískil samfelagið eisini. Á arbeiðsmarknaðinum má tað vera soleiðis, at mann skal kunna velja sjálvur. Vit skulu tryggja at arbeiðsmarknaðurin er eitt frítt samspæl millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Tað almenna hevur sum leiklut at skipa arbeiðsmarknaðin soleiðis, at hann er fríður, og er í tráð við aðalregluna um savningarfrælsi. Leikluturin hjá tí almenna á arbeiðsmarknaðinum skal vera avmarkaður annars.

Eitt metstórt framstig, sum Framsókn var við til at tryggja undanfarna valskeið, var at hjúnarbandslógin gjørdist tíðarhóskandi og rúmlig. Tað skal hon framhaldandi vera. Samkynd eru menniskju, eins og vit onnur, og hava rættin at elska, eins og vit onnur. Hetta er eisini eitt liberalt grundvirði.

Sum liberalur eri eg sterkur mótstøðumaður mótvegis formyndarí. Tað at borgarin skal avmarkast, tí at onkur annar heldur seg vita betur enn hann, hvat uppskriftin uppá tað góða lívið er, er niðurlátandi og óvirðiligt fyri sjálvræði borgarans. Eitt dømi um hetta er rúsdrekkasøla landsins, sum avmarkar okkum og okkara avgerðarrætt persónliga, og nú eisini vinnuliga.

Trupulleikin er, at rúsdrekkasølan hevur tvey mótstríðandi endamál. Á heimasíðuni hjá Rúsdrekkasøluni stendur at tey hava sum endamál at:

1. Við ráðgeving, upplýsing, tálmandi tiltøkum og átøkum at minka um rúsdrekka nýtslu og fyribyrgja rúsdrekka misnýtslu.

2. At reka og menna stovnin á vinnuligum grundarlagi, uttan at økja rúsdrekkanýtsluna í samfelagnum

Hetta eru tvey endamál, ið reint logiskt arbeiða ímóti hvørjum øðrum. Stovnurin kann ikki rekast á einum vinnuligum grundarlagi, um hin fortreytin er at minka um søluna. Stovnurin kann samstundis ikki minka um nýtsluna, um hin fortreytin er at stovnurin verur rikin á einum vinnuligum grundarlagi. Hetta elvir til, at prísirnir eru alt ov høgir, tænastustigið er ov vánaligt og úrvalið ov lítið. Grundreglurnar um útboð og eftirspurning eru ósambæriligar við ein stovn, ið hevur til endamál at minka um nýtsluna.

Hetta kann tó loysast. Við at koyra øl og vín út í handlarnar, sleppa tær fríðu marknaðarkreftirnar at kappast um vøruna, tænastuna og úrvalið. Vøran kann gerast bíligari, tænastan betri og úrvalið størri, tí at tað eru fleiri um at veita, og kappingin syrgir fyri rest. Ein einkasøla hevur ikki nóg stóra tilelving til at veita hetta tænastustigið. Og tað er, sum almenn einkasøla, ei heldur neyðugt.

Hetta kann eisini geva matstovuvinnuna heilt nýggir møguleikar til at skipa seg, serliga hvat ferðavinnuni viðvíkur. Sum nú er, má matstovuvinnan gjalda eitt óvanliga stórt lituravgjald, bara tí at vínið ella ølið skal inn at venda í goymsluna hjá rúsdrekkasøluni. Hetta, hóast ein sera stórur partur av søluni hjá matstovum er vín og øl. Trupulleikin er, at tað í dag er ov kostnaðarmikið fyri vinnuna at liva við einari einkarsølu. Tað er løgið, at matsotvuvinnan, í sínum blómuskeiði, ikki hevur meira liberalar karmar at virka undir. Tað er eyðsæð, at ein liberal skipan hevði verið bæði borgaranum og vinnuni til gagns. Tí mugu vit av virðing fyri borgaranum, og trúgv uppá vinnuna, lata øl og vín í handlarnar.


Vinnuliga frælsið

Vinnulívið er bulurin hjá einum burðardyggum vælferðarsamfelag. Drívmegin, framfýsni og virkishugurin hjá okkara vinnulívsfólki er tað sum skapar vøkstur, arbeiðspláss og rindar ein stóran part av okkara vælferð. Vinnulívið skal tískil hava best hugsandi treytir av virka, mennast og blóma í Føroyum. Vit eiga at stremba eftir at føroysku fyritøkurnar skulu vera best í kappingini ímóti umheiminum. Vit eiga at fjøltátta føroyska búskapin, soleiðis at hann er burðardyggur. Vit eiga at eggja til íverksetan, sum skapar nýggir møguleikar og arbeiðspláss. Fleiri almennar fyritøkur skulu einskiljast, og búskapurin skal sum útgangsstøði altíð virka eftir marknaðartreytum.

Landið eigur sum útgangsstøði ikki at reka vinnuligt virksemi, sum hoyrir náttúrliga til privatar fyritøkur at reka útfrá einum vinnuligum grundarlagi. Meginreglan skal vera, at vinnuligt virksemi er á privatum hondum, ímeðan tað almenna tekur sær at kjarnuupgávum í samfelagnum.

Tað er ikki at siga at tað almenna ongan leiklut hevur. Tí landið hevur eina ábyrgd at tryggja marknaðaratgongd úti í heimi, at útbúgva og menna borgaran til ein vælvirkandi og hámentum arbeiðsmarknaði og at skapa sambond við fyritøkur – bæði keyparar veitarar – í sínum dipomatiska arbeiði. Eitt dømi um hetta er ætlanin um Føroyar sum maritimur miðdepil.

Arktis er ein alsamt meira áhugaverdur partur av heiminum. Skipaferðslan í føroyskum sjógvi er økt 600% síðani 2006. Føroyar skulu virka sum ein maritimur depil fyri farmaflutning, skipasmíð, viðlíkahald og reparatión, offshore-tænastur, proviantering og aðrar viðkomandi tænastur í ídnaðinum. Føroyar skulu gera sær dælt av sínari serstøðu í norðuratlantshavi, og tí skal hetta arbeiði halda fram og mennast.

Føroyar er eitt land við avmarkaðum rávørum. Tí skulu vit leggja okkum eftir tænastuídnaðin, og annars vinnuligt virksemi, ið ikki krevur nógva rávøru. Í talgilda samfelagnum hava vit ein gyltan møguleika at troyta eitt annað virðismikið tilfeingið: íbúgvar okkara.

KT-vinnan hevur ein altjóða marknað, krevur lítið av kapitali og tilfeingi, og virðisøkingin liggur ikki í fabrikkum, men í KT-verkfrøðingunum sjálvum. Hesar fyrimunir skulu vit troyta, og mugu tískil í ferð við at uppraðfesta útbúgvingar so sum KT-verkfrøði, og skipa eitt samstarv við føroyskar KT-fyritøkur, soleiðis at føroyingar kunnu førleikamennast innan hesa vinnugrein.

Eins og kapping hevur tryggjað betri tænastu og prísir í m.a. flogferðsluni og telemarknaðinum, so skal kapping eisini vera ein partur av elmarknaðinum. Hetta er í høvuðsheitum fyri at tryggja at tað koma fleiri privatir aktørar, soleiðis at grøna umleggingin verður framskundað, umframt at marknaðarprinsippir koma at vera ein berandi drívmegi í elmarknaðinum. Tí mugu vit sum tað fyrsta skilja netið frá SEV, og skipa tað í eitt sjálvstøðugt felag.

Dømi hava verið um at nýggir aktørar hava roynt á komið inn á verandi marknaðir fyri at royna seg – millum annað Tosa á telemarknaðinum og FaroeJet á flogferðslumarknaðinum – har teir hava verið trýstir út av almennum feløgum. Tað almenna má ikki avlaga vanliga kapping á marknaðum, har forbrúkarin kann fáa gagn av kapping. Samstundis mugu vit áhaldandi tryggja, at tað er lætt og ómaksleyst at stovna fyritøku og reka nýtt virksemi. Tað almenna skal ikki vera tyngsta byrðan hjá einum íverksetara, men heldur tann lættasta.

Vit skulu halda fast í góðu gongdini sum vit síggja í ferðavinnuni. Mangt avleitt virksemi stendst av vinnuni, millum annað matstovur, gistingarhús, leigubilar og alskins mentanartilboð. Men vit mugu samstundis taka hond um avbjóðingarnar ið standast av øktu ferðavinnuni. Vit mugu tryggja at pengar vera settir av til at viðlíkahalda náttúruøkir við hartilhoyrandi infrakervi. Eisini mugu vit tryggja, at ferðafólkini ið størri mun rinda fyri tænastur her í landinum, sum vanliga hevur verið fíggjað av skattagjaldarunum.

Bústaðarmarknaðurin hevur stórar avbjóðingar í løtuni. Eftirspurningurin er høgur, ímeðan útboðið hevur ringt við at fylgja við. Fyri at tryggja at íleggjarir hava størri hug at byggja bústaðir, krevur tað at vit javnseta aktørarnar á marknaðinum. Felagið Bústaðir skal halda seg til at byggja bústaðir ið marknaðurin hevur ringt við at veita, eitt nú eldraíbúðir, lestraríbúðir og vardar íbúðir. Yvirskipaði bústaðarmarknaðurin skal annars rekast av fríari kapping. Tí mugu vit fyrst og fremst javnseta Bústaðir og privatu aktørarnar. Prísstøðið er eisini óvanliga høgt, eftirsum nógvar stórar vinnuligar og almennar íløgur taka alla arbeiðsmegina. Tískil mugu vit reka ein fíggjarpolitikk, har vit halda aftur í rakstri og útseta almennar íløgur, ið krevja arbeiðsmegi, ið annars hevði virkað innan sethúsa- og bústaðarbygging.


Tjóðskaparliga frælsið

Fyri at tryggja Føroyar og føroyingum áhaldandi samfelagsmenning og vøkstur, er neyðugt at hava tjóðskapin við í øllum avgerðum og ætlanum. Vit skulu yvirtaka og menna allir tjóðarbyggjandi stovnar, og ríkisrættarliga støða okkara skal endaliga staðfestast uttanfyri ríkiseindina Danmark við einari Føroyskari stjórnarskipan. Eitt frælst fólk hevur sum fyritreyt, at vit innan altjóða lóg og rætt viðurkennast sum eitt sjálvstøðugt fullveldi, við hartilhoyrandi skyldum og rættindum innan altjóða lóg og rætt.

Eitt lítið og fjarskotið land sum Føroyar stendur og fellur við altjóða samstarvi og handli. Tað hevur tí ómetaliga stóran týdning at vit føra ein virknan uttanríkispolitikk. Vit skulu stremba eftir at gerast limir í týðandi altjóða felagsskapum, eitt nú Sameindu Tjóðir (ST), Olympisku Nevndina (IOC), Altjóða Heilsustovninum (WHO), Altjóða Handilsstovninum (WTO), Norðurlandaráðið og Arktiska Ráðið. Hetta krevur at vit endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Føroyar hevur sum útflutningsland ómetaliga stórt gagn av altjóða handli, og tískil skulu vit áhaldandi arbeiða fyri at fáa handilssáttmálar í lag, ið tryggja okkara útflutning og arbeiðsmegi kappingarføri á altjóða marknaðinum. Vit arbeiða ímóti at fáa handilssáttmála við eitt nú Kina, Japan, USA og Evroasiatiska Búskaparsamveldið.

Tíðin er komin til at vit niðurlaga blokkin munandi. Best hevði verið, um mann fekk eina breiða semju í tinginum um at gerast fíggjarliga sjálvbjargin, við at gera ein býtislykil, har ríkisveitingin verður lækkað lutfalsliga í mun til vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni og fíggjarlógini. Málið er at ríkisveitingin er burtur um 10 ár.

Tíðirnar í Føroyum hava ongantíð verið so góðar sum tær eru í dag. Nú snýr tað seg um ikki at leypa framav. Vit vita tíðirnar fara at gerast verri, og tískil mugu vit nú undir at reka ein varnan og konjunkturútjavnandi fíggjarpolitikk. Vit mugu halda aftur við íløgum, ið kunnu bíða, og rakstrarvøksurin má fylgja búskaparvøksturin, soleiðis at hann endurspeglar tørvin av vælferðartænastum í samfelagnum. Rakstrarpolitikkur skal gerast hjá almennum stovnum. Heldur enn at lova tunlar í eyst og vest, mugu vit syrgja fyri at verandi infrakervi verður raðfest og fær játtan til neyðugt viðlíkahald. Almennar íløgur skulu hava rakstrarbundna játtan, soleiðis at almennir bygningar ikki standa í forfall, og missa sítt virði og brúkbæri.

Tað eru góðar tíðir í Føroyum. Búskaparliga hevur tað gingið frameftir í fleiri ár, mann hevur vent bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini til yvirskot og keypiorkan er ómetaliga stór. Tað er arbeiði til allar hendur, og meira afturat. Fólkavøksturin gongur við tí rúkandi ferð, og fólk velja Føroyar til, heldur enn fra. Í góðum tíðum sum hesar skal mann ansa serliga væl eftir, hvat politikarar siga, meina og lova. Hetta valstríði hevur í stóran mun verið merkt av, at veljarin ikki ordiliga kennir mun á flokkarnar longur, tí at teir allir í minni ella størri mun lova ein sosialdemokratiskan politikk, ið byggur uppá fleiri vallyftir enn hvat er av pengum til fígging. Allir flokkar ætla – í bestu tíðum – at rúnarbinda veljaran við vallyftum um hægri skattalætta, meira vælferð, størri og fleiri íløgur og hægri rakstur. Tað er heldur nú vit skulu taka ábyrgd – og tað ætlar Framsókn.

Ein krossur við Framsókn er ein krossur við ábyrgd, frælsi, vøkstur og menning. Gott val.


Bjarni Kárason Petersen

Framsókn

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður