Kjak

Valið '19: Føroyska málið og mentanin

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

2019-08-23 14:28 Author image
Marin Katrina Frýdal

Eitt av mínum politisku hjartamálum er at virka fyri munadyggum átøkum at stimbra og stuðla undir føroyska mentan og føroyskt mál, soleiðis at vit ikki missa okkum sjálvi burtur í teirri altjóða mentanarligu flóðalduni av ensktmæltum tilfari, sum floymir inn yvir okkum úr øllum heraðshornum.

Eg eri hugtikin av at hoyra heima í eini lítlari, fjarskotnari tjóð við serstakari mentan og serstøkum máli, og sum tó á ongan hátt nýtist at smæða seg burtur í allari altjóðagerðini. Ásannandi, at vit ikki mugu søpla okkum hendan dýrgripin av hondum, nú ensktmælta alheimsmentanin floymir inn yvir okkum, serstakliga á teimum talgildu miðlunum, vil eg stríðast fyri at vinna neyðuga politiska undirtøku fyri hesi søk.

Beint øvut av gongdini hjá m.a. grannunum fyri sunnan, so eydnaðist tað okkum, takka verið ágrýtni frá dugnaligum undangongufólki seinastu uml. 150 árini, at varðveita føroyska málið, og at menna tað í fakligan, nútímans ham til brúks á øllum pallum, alt frá barnabókum, trúarbókmentum, fagurbókmentum, á leikpalli, tøknimáli, vísindamáli, sølumáli o.s.fr.

Eini smábarnaforeldur vóru á gátt nakað her fyri, og barn teirra í barnagarðsaldri fór at spæla við nakrar leikur, meðan vit vaksnu fingu okkum ein drekkamunn. Brádliga hoyra vit enskt barnamál, tá sat lítla barnið og prátaði við leikurnar á enskum, meðan tað spældi okkurt spæl, tað kendi frá spølum á teldlinum.

Tá fekk eg ein mentanarligan hvøkk, ið hevur sitið í mær síðani.

Vit mugu og skulu beinanvegin taka ítøkilig stig til tess at bjóða flóðalduni av ensktmæltum undirhaldi og kunning av.

Landsstýrið og Løgtingið eiga í stundini at finna felags stev um ein mentanarpolitikk, ið kann brynja føroyskt mál og føroyska mentan til avbjóðingarnar uttan úr heimi.

Ein slíkur politikkur skal sjálvandi ikki vera nøkur heimføðislig nalvaskoðan, men skal hinvegin hava sum endamál, at føroyingar í komandi tíðum ynskja at hugsa, tala, skriva, virka og bera fram á góðum føroyskum.

Vit kunnu ikki bara lata standa til, tí tá kann endin skjótt verða tann, at vit í Føroyum um ein mansaldur ella so verða ein ensktmæltur landslutur norðanfyri Skotland. Hesum mentanarvanda vil eg stríðast ímóti, og eg síggi tað sum lívsneyðugt, at stig verða tikin at finna neyðuga fígging til átøk at stimbra og menna føroyska mentan og føroyskt mál.

Fyri einum mansaldri síðani vóru flestallar lýsingar í føroysku bløðunum danskar. Í 1980 árunum tók føroysk lýsingarvinna so smátt at menna seg, og í dag hava vit eina fakliga sera dugnaliga vinnu á hesum øki. Lógaráseting er komin um, at lýsingar í Føroyum skulu vera á føroyskum, og hetta ber væl til. Handilsvinnan er ikki verri farin av hesi áseting, og lýsingarmarknaðurin skapar fitt av arbeiðsuppgávum til fólk innan skapandi yrkini.

Vit mugu søkja okkum góð ráð hjá fakfólki innan eitt nú bæði málfrøði, námsfrøði og frálæru, sálarfrøði, mentanarbering, miðling og marknaðarføring v.m., um hvussu munadygg átøk skulu vera fakliga sett saman og tillagað, og hvussu tey kunnu náa best út til brúkaran.

Allar útlendskar sendingar í KVF eiga sjálvandi at hava føroyskan undirtekst ella føroyska talu, men hetta nøktar bert ein viðfáning av øllum trupulleikanum. Fyrst og fremst má fíggjarlig orka fáast til vega, soleiðis at meira av føroyskum tilfari verður framleitt til miðilin, ikki minst sendingar til børn og ung.

Krøv eiga at verða sett telesamskiftisveitarum um líknandi treytir, sum tær á lýsingarmarknaðinum. Er svarið haðani, at hetta tøkniliga er ov torført, eiga vit at veita okkara sera dugnaligu KT-virkjum fíggjarligar vánir til uppgávuna at menna ta teldutøkni, ið skal til fyri at taka dystin upp í álvara móti teirri ensktmæltu mentanarligu flóðalduni.

Vit vita frá ítróttinum, at vit megna heilt fram í fremstu røð mótvegis teimum stóru, um bert vit kýta okkum nóg nógv. Sama hugburð mugu allar góðar kreftir stríðast fyri í felag, tá tað ræður um at stimbra og stuðla um føroyska mentan og føroyskt mál. Vónandi kann nútímans hugburður í føroyska vinnulívinum somuleiðis geva sítt íkast til loysnina.

Tað mugu finnast fíggjarligir útvegir fyri at lyfta málmentanina upp á eitt munadygt støði, har tað gerst ein sjálvfylgja at duga væl føroyskt og at trívast væl við at bera fram á føroyskum.

Tað er tí avgjørt upp á allar hægstu tíð, at vit sum fólk taka hesar mentanarligu avbjóðingar frá ensktmæltu alheimsgerðini í størsta álvara.

Eisini avbjóðingina at fáa ein boðskap væl út til brúkaran, hava vit megnað til UG á altjóða virðisløntum støði, so hví skuldu vit ikki eisini klárað tað mótvegis okkum sjálvum, um bert viljin er tilstaðar.


Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður