Kjak

Valið '19: Johan Dahl og sjónarmið hansara hótta ætlanina um burðardygga streymveiting

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

2019-08-30 08:59 Author image
Marin Katrina Frýdal

Á almennum veljarafundi í Smæruni, sum Føroya Verkfrøðingafelag skipaði fyri hósdagin 21. aug. um samferðslu og orku, sat Johan Dahl við pallborðið, sum umboð fyri Sambandsflokkin. Her segði Johan Dahl, at hann einki hevði ímóti SEV, men at hann var ónøgdur um, at eingin annar slapp framat. Hann førdi eisini fram, at tað gekk ov seint fyri seg, at tíðin fór til kæru- og fyrisitingarviðgerð, og at tað heldur skuldi vera ein stórur “valdsrisi” av onkrum slagi, sum avgjørdi alt um, hvussu grøna orkan skal útbyggjast. Og so legði hann sanniliga afturat, at alt hetta hóvastákið við hoyring av friðingarmyndugleikum og at taka atlit til tvey reiður í haganum líktist ongum! Jú, hetta vóru orðini hjá fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni, sum nú ætlar sær innaftur á Ting at stýra landinum: 

– Veit Johan Dahl ikki av, at vindorkan verður boðin út sbrt. løgtingslóg, soleiðis at øll kunnu bjóða?

– Meinar Johan Dahl, at vit skulu hava ein risa eftir sama leisti sum t.d. Tunnilsfelagið, ið ikki hevur skyldu at taka fyrisitingarlig atlit, tíansheldur at vísa náttúru-, orku- og umhvørvisatlit o.s.fr? Og har heldur einki innlit fæst í arbeiðslagið?

– Meinar Johan Dahl, at Røkt, Magn, Effo o.o. ikki skulu hava loyvi at kæra SEV?

– Meinar Johan Dahl, at FNU, Hagafelagið, Óðalsfelag o.o. ikki skulu hava loyvi at kæra avgerðir, har náttúran verður gingin ov nær?

– Meinar Johan Dahl, at náttúrufriðingarmyndugleikin ikki skal hoyrast?

Eg eri sera skelkað av slíkari talu og teimum sjónarmiðum, ið Johan Dahl førir fram í hesum álvarsmáli, og vónandi umboðar hann ikki allan Sambandsflokkin.

Nei, latið okkum halda kósina og fremja málið um 100% grøna orku á landi í 2030. SEV, ið allar kommunurnar í Føroyum í mong ár hava átt í felag og á samhaldsføstum grundvølli, varð stovnað í 1946. SEV tók á seg ábyrgdina at loysa elorkutørvin hjá føroyska samfelagnum, tá politiskt dirvisloysi annars valdaði á Løgtingi í hesum máli.

SEV hevur á fyrimyndarligan hátt loyst uppgávuna higartil, og hevur m.a. megnað at røkt sína veitingarskyldu so væl, at vit brúkarar trygt kunnu líta á streymin úr kontaktini sum á “Amen í kirkjuni”, sum tikið verður til.

SEV hevur stungið eina grøna og burðardygga kós út í kortið, sum skal flyta alla orkunýtslu á landi yvir til grøna orku í 2030. Ætlanin er somikið framsýnt (visjoner), at SEV vann norðurlendsku Umhvørvisvirðislønina í 2015 fyri sína ætlan. Sum nevndarlimur í SEV á øðrum sinni, umboðandi Tórshavnar kommunu, eri eg errin av dugnaligu leiðslu og starvsfólkum stovnsins, sum hava megnað eitt slíkt bragd.

Nú eru vinnulívsbarónar, sum Johan Dahl og hansara líkar, farnir at tevja profitt úr grønari orkuframleiðslu, og tí er einki óført hjá teimum í royndini at syndra samhaldsføstu sólskinssøguna hjá føroysku kommununum, SEV, og tað bert fyri løtuvinning.

Altjóða sakkunnleiki vísir greitt á, at føroyski elmarknaðurin er somikið lítil, avbyrgdur og fámentur, at tað ikki er skilagott við einskiljing og at petta sundur føroysku elveitingina.

Latið okkum tí heldur taka lógvatak saman um at menna ta samhaldsføstu, kommunalu elveitingarloysnina SEV, ið alt Føroya fólk hevur sín ognarlut í.

Landsmyndugleikin eigur sjálvandi at hava ta yvirskipaðu leiðsluna og eftirlitið við virkseminum.

Tjóðveldi vil styrkja fakliga førleikan á hesum týdningarmikla samfelagsøki. Tí sigur Tjóðveldi eisini m.a. soleiðis í valskránni:

Vit skipa eitt Umhvørvis- og Orkumálaráð og styrkja munandi um orkumyndugleikan. Frá 2020 skulu nýggj sethús og bygningar lúka krøv um grøna orkuveiting. Tryggja bíliga fígging, so familjur við lágum inntøkum hava møguleika at leggja um til grøna orku. El-bilar verða undantiknir meirvirðisgjald næstu fýra árini, frá 2020-2025. Frá 2025 verður bert loyvi at selja akfør, ið koyra við grønari orku. Frítaka bjálving av sethúsum og bygningum fyri meirvirðisgjald. Málið um 100% grøna orku á landi í 2030 skal fremjast o.s.fr

Hetta er kósin hjá Tjóðveldi og hesum fari eg eisini at arbeiða fyri. 

 

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður