Kjak

Valið '19: Okkara mentan, tað er hana vit leingjast heim aftur til

Magni E. Dalsgaard, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið

Magni E. Dalsgaard, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið

2019-08-13 09:31 Author image
Magni E. Dalsgaard

Vit hava góðar karmar fyri listarligum arbeiði, og vit hava góðar karmar fyri útbúgving. Mentan kostar og útbúgving kostar nógv, kortini skulu vit framhaldandi betra karmarnar.

Vit hava eina sterka mentan, vit eru errin av at vera føroyingar. Vit eru errin av okkara listar- og ítróttarfólkum, sum klára seg væl á altjóða pallinum. Tað er ikki minst hesi, ið knýta okkum saman. Vit kunnu takka tí almenna fyri stuðulin, men vit skulu sanniliga takka teimum eldsálum, sum brúka teirra tíð og orku, so hetta er møguligt.

Okkara mentan kann eisini vera viðbrekin, tí skulu vit menna okkara heimsarv. Vit skulu raðfesta føroyska dansin, kvæðini, føroyskt bátasmíð og annan heimsarv høgt. Hetta fyri at varðveita okkara fólkaogn. Kunsturin er eisini, at kombinera tað fremmanda við tað føroyska, og harvið skapa nýggj snið innan byggilist og alla list.

Okkara mentan, tað er hana vit leingjast heim aftur til – vit elska okkara smakkir, okkara vanar og okkara óvanar. Vit liva í einum tryggum landi, og vit liva í einum kristnum landi. Vit hava frælsi at skriva og tala, og vit hava eina almenna tíðindatænastu, ið vit stóla uppá. Vit skulu altíð hava eina frælsa list – fólkaræðið kostar, og vit rinda fegin.

Eitt Ja til Javnaðarflokkin er eitt Ja til betri karmar til mentan og list.

 

Magni E. Dalsgaard, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður