Kjak

Valið '19: Umhvørvi og dálking

Anna Margreta Otthamar, valevni fyri Miðflokkin

Anna Margreta Otthamar, valevni fyri Miðflokkin

2019-08-24 13:08 Author image
Anna Margreta Otthamar

Dálking er so mangt og so ymiskt sum eygað sær. Nakað av tí mest sjónliga í dag er m.a. leivdir av plasti frá alivinnu, graslíki, spreingileidningum, plastkoppum frá bensinstøðum og hoyballum, sum verða lagdar út til seyð at eta úr. Hetta liggur so og rekst í náttúruni, til stóran ampa fyri fólk og fæ, og til stríð hjá teimum, sum noyðast at rudda upp.

Eitt annað er taðingin, ið afturat rama luktinum stundum elvir til dálking av drekkivatninum, og neyvan heldur er so góð umhvørvisliga.

Og so er tað tann ósjónliga dálkingin CO2, sum í seinastuni hevur verið nógv at hoyrt um. Sagt verður, at vit skulu avmarka CO2 útlátið m.a. við, at vit øll broyta matvanar, tí framleiðslan av kjøti er ov tyngjandi fyri veðurlagið. Nýggjastu kanningarnar frá DMI staðfesta annars, at temperatururin á grønlendska innlandsísinum er ikki +2º men -2º.

Í kjalarvørrinum av tosinum um CO2 frættist, at skip eru farin at leiða útlátið niður í sjógvin heldur enn upp í loftrúmið. Er tað veruliga ein grønari loysn, at avfalllið skal dumpast beint niður har stórur partur av kostinum hjá føroyingum og øðrum verður fingin til vega?

Tað nýggjasta er nú, at framleiðarar, ið hava stórt útlát frammanundan, keypa kvotur frá framleiðarum, ið hava minni útlát, hetta soleiðis at samlaða roknistykkið skal síggja penari út. Um CO2 veruliga er ein av størstu nútíðar hóttanum, so eigur bann at verða sett móti slíkum handlum alt fyri eitt.

Eg mæli til, at vit sláa kalt vatn í blóðið. Er nú co2 tann veruligi syndarin? Lat okkum brúka ta neyðugu tíð­ina til at kanna hvat er fupp og fakta á umhvørvisverndarøkinum.

Ongin orsøk er hjá okkum at leypa á leistum og binda okkum til at halda ásetingarnar í París-sáttmálanum uttan umhugsni og skynsemi, og als ikki fyri at tekkjast ES. Annars verður helst neyðugt í framtíðini at tálma okkara skjótt vaksandi ferðavinnu, tí CO2 útlátið gerst ov stórt her um okkara leiðir. Ikki minst tí at flogferðsla hevur stórt CO2 útlát, og tað fer ikki at gera støðuna betur, at vit gjalda meira fyri at varðveita rættin til útlát. Um tað altso er umhvørvisvernd, ið liggur okkum á hjarta.


Anna Margreta Otthamar, valevni fyri Miðflokkin

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður