Kjak

Valið '19: Uppboðssølan av fiskirættindum skal vekk

Hans Andrias Kelduberg, Fólkaflokkurin

Hans Andrias Kelduberg, Fólkaflokkurin

2019-08-29 16:13 Author image
Hans Andrias Kelduberg

Tað er staðfest nú, eftir nøkur ár við uppboðssølu av fiskirættindum, at hettar er óbrúkilig skipan. Og ætlanin hjá sitandi samgongu er at fáa altsamt størri og størri part av fiskirættindum hjá verandi fiskiflota á uppboðssølu kann hava katastrofalar fylgjur.

Staðfest er, at hettar loyvir ikki nýggjum aktørum inn í vinnuna, men øvugt. So tað argumentið heldur ikki, hjá samgonguni!

Tað er merkisvert, at ein samgonga fer so málrættað eftir okkara fiskimonnum, og fiskivinnuni í síni heild.

Her blíva nógv arbeiðspláss ótrygg bæði á virkjum á landi og umborð á skipunum. Og reiðarar kunnu ikki gera langtíðar íløgur.

Hví ynskir hendan samgongan at okkara høvuðsvinna skal vera eitt so ótrygt arbeiðspláss, tá tað á øllum øðrum arbeiðsplássum verður júst tosað um tað øvugta, um at tað skal vera eitt trygt og støðugt arbeiði, har fólk støðast og trívast.


Komi eg inn á ting

So komi eg at seta føtur í bekk og fáa uppboðssøluna av fiskirættindum avtikna.

Og at gera tað møguligt hjá okkara fiskiflota, at kunna virka langsigtað, júst sum í okkara grannalondum.

Hettar er ein partur av okkara orkupolitikki og arbeiðsmarknaðarpolitikki og ikki minst okkara vakstrarætlan  í vinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum.


Sjómanna- og verkafólks verjuborg

So góðu sjómenn og verkafólk á landi. Merkisvert er tað blivið í politikki, at Fólkaflokkurin skuldi blíva tykkara verjuborg.

So farið á val og fái onnur við. Tí trygdin fyri, at Sambansflokkurin ikki endar í samgongu við Javnaðarflokkinum er, at vit fáa flutt nakrar borgarligar stemmur úr sambandsflokkinum yvir í Fólkaflokkin.

Tí veljarin skal minnast til, at ein sambandstemma kann viðvirka til at verandi uppboðssøla av fiskirættindum heldur fram, um Sambandflokkurin fer í samgongu við Javnaðarflokkin.

Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ynskja at okkara fiskirættindi skulu heilt ella partvís á uppboðssølu.

Avgerðin liggur í hondunum hjá tykkum

Farið á val og fái onnur við tykkum úr øðrum flokkum, yvir á borgarliga veingin.

Tað er tað, eg vil arbeiða fyri.


Gott Fólkafloksval

Hans Andrias Kelduberg

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður