Heimatíðindi

Vitjan umborð á USS Donald Cook

2019-10-18 15:07 Author image
Magnar Ennistíg

Túrurin byrjar á kaiini á Runavík ein seinnapart. Við bryggju liggur stásiliga amerikanska herskipið og bíðar. Tað sum man leggur væl til merkis eru tey stóru rakettrørini, sum fylla ein stóran part á tí aftara dekkinum, og tað amerikanska flaggið, ið veitrar afturi á skipinum. Hetta er ikki ein sjón, sum vit eru von við at síggja her um leiðir. Fyrst verða vit boðin inn í eitt tjald, sum er sett upp á kaiøkinum, har reyður løbari er lagdur út. Aftaná eina løtu stendur manning frammanfyri løbarin og gera tey honnør fyri skiparanum, ið er ein kvinna nevnd Commander Kelley T. Jones, og er fult av fólki í hesum tjaldinum. Síðan kemur løgmaður og síðani fólk frá tí amerikonsku ambassaduni og manning frá skipinum.

Aftaná Commander Kelley T. Jones hevur haft eina lítla talu vera tjóðsangirnir báðir spældir, Fyrst tú alfagra land mítt og síðan tann amerikanski.

Vit fingu eitt orð á Commander Kelley T. Jones.

– Vit eru 300 fólk umborð á skipinum og er tað deilt soleiðis, at tað eru áleið 30 prosent kvinnur og 70 prosent menn. Føroyar er eitt ótrúliga flott land og er hetta eitt stórt upplivilsi fyri meg at sleppa at síggja hesar vøkru oyggjar. Hetta er er ein ótrúligur heiður fyri okkum at vera tað fyrsta skipi av hesum slag í Runavík.

Spurd um hví tey eru her og hvar tey fara víðari sigur hon:

– Hetta er ikki ein avgerð, sum skiparin tekur, og dugi eg tíverri ikki ordiliga at siga, men annars sigla vit fyri tað mesta í Europa og í Miðjarðarhavinum. Eg havi siglt við hesum skipi í tvey og eitt hálvt ár og er hetta eitt sera spennandi starv.Vit høvdu ringt veður á veg til Føroyar, men kláraðu tað tíbetur til hendan dagin,

Eftir hetta vera øll boðin til ein betri bita og er góður jazzur spældur aftanfyri. Aftaná vit hava fingið loyvið til at heilsa uppá manningina vera vit boðin umborð á hetta stásiliga far, har løgmaður gongur á odda og annars manning frá skipinum.

Komin til landgongdina vera vit ynsktir “Welcome onboard” og síðani verður farið umborð á skipið og beina kós niðan á brúnna. Komnir inn á gátt á brúnni, fortelja tveir stýrimenn okkum um hetta stásiliga skip og síggjast rættiliga nógvir skermar á brúnni. Spurdur um teir gera nógvar venjingar fortelja stýrimenninir okkum, at tað gera teir heilt nógv av. Tað er sera týdningarmikið, at manningin kennir allar mannagongdir og skipið út og inn. Skuldu vit fingið eini boð frá tí amerikanska forsetanum, so eru vit altíð klárir at fara har sum tørvur er á tí.


Rundtúr á skipinum

Eftir eitt gott prát á brúnni verður farið runt skipið. Vit ganga runt úti á skipinum bæði framman og aftan, og fortelja teir um teirra kanónir, rakkettir og teirra amboð til at verja seg við. Hetta er sera áhugavert og fortelja teir, at undir venjing hava teir roynt at sent eina rakett upp 30 kilometrar og síðani roynt at skotið hana niður og gekk hetta upp á stás, tí rakkettin bleiv rakt í fyrstu royndini.

Seinni koma vit longr inn í skipið, har gongirnar eru sera smalar og verða vit bjóðaði oman í messuna, ið hevur á leið 20 borð og síðan í maskinrúmið, sum er sera trongt. Skipið sær rættiliga lítið út í mun til at 300 fólk eru við, men síggja tey út til at trívast sera væl. Aftaná góðan blíðskap verður sagt farvæl og ynskja vit USS Donald Cook við manning góðan byrð framyvir.

 

Fakta um USS Donald Cook:

Smíðað: 3. mai 1997

Longd: 154 metrar

Breidd: 20 metrar

Dýpd: 9.4 metrar

Mesta ferð: 30 míl (56 km/t)

Røkkur: 4.400 nautisk míl við 20 míla ferð, 8.100 km við 37 km/t

[object Object]

Løgmaður heilsar upp á skiparan, áðrenn farið verður umborð

[object Object]

Á brúnni

[object Object]

Høvuðprýði

[object Object]

Løgmansfrúan hevur sett seg í skiparastólin

[object Object]

Úti á dekkinum

[object Object]

Her er ikki at vera fyri

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður