Vísir einans greinir úr bólkinum "Uttanlands".
Uttanlands
Kypriotiskur býur í stórari sorg
Tey 24 børnini á einum flogbóltsliði úr býnum Famagusta á Kypros lótu øll lív í jarðskjálvtanum í Turkalandi mánadagin
Uttanlands
Deyðstalið eftir jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria er nú omanfyri 33.000
Stjórin fyri neyðhjálp hjá ST, Martin Griffiths, hevur mett, at deyðstalið væntandi verður tvífaldað, í stig við at bjargingararbeiði heldur fram
Uttanlands
Hafnafjørður verður filmsbýur burturav
Býráðið í Hafnafirði hevur givið filmsfelagnum REC Studio loyvi at byggja eitt filmstudii í býnum, sum verður 90.000 fermetrar til støddar. Hetta verður samstundis størsta filmstudiið í Íslandi, ið er ein blómandi vinna
Uttanlands
Loftávaringar kring alt Ukraina: Russland fremur rakettálop
Loftávaringar hava verið at hoyrt kring alt Ukraina í morgun, eftir at russar hava framt álop á infrakervið í fleiri pørtum av landinum
Uttanlands
Margretha drotning skal skurðviðgerast
Margretha drotning hevur trupulleikar við rygginum og skal nú undir skurð
Uttanlands
Vísir atfinningum aftur at tað hevur gingið ov drúgt við at fáa hjálp fram
Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, er í løtuni á vitjan í býnum Kahramanmaras, sum liggur í landsynningspartinum av Turkalandi. Býurin liggur í skjálvtamiðdeplinum, har fyrri stóri jarðskjálvtin hendi. Tey lokalu halda, at tað hevur gingið ov seint við at fáa hjálp fram
Uttanlands
Mette Thiesen er farin í Danska Fólkaflokkin
Framgongdin hjá Morten Messerschmidt og DF heldur fram. Síðan fólkatingsvalið, tann fyrsta november 2022, er Morten Messerschmidt fríkendur fyri svik við ES pengum, veljarakanningarnar eru positivar og tveir fólkatingslimir eru lagdir afturat tingbólkinum hjá flokkinum
Uttanlands
Erdogan: Hetta er størsta vanlukkan síðan 1939
Fyri 84 árum síðani doyðu 32.700 fólk í einum jarðskjálvta í Turkalandi
Uttanlands
Váttað: Fleiri enn 1.300 eru deyð eftir jarðskjálvta í Turkalandi
Deyðstølini hækka alsamt í Turkalandi og Sýria eftir ógvusliga jarðskjálvtan í nátt
Uttanlands
Politiska álitið millum Kina og Russland er styrkt eftir vitjan
Kinesiska uttanríkismálaráðið hevur boðað frá, at politisku bondini millum Russland og Kina eru styrkt
Uttanlands
Portugal letur stríðsvognar til Ukraina
Fleiri lond hava í seinastuni boðað frá, at tey fara at lata stríðsvognar til Ukraina. Nú fer Portugal eisini upp í kórið
Uttanlands
Elon Musk er fríkendur í sakarmáli um uppslag á Twitter viðvíkjandi Tesla
Nevningating í rættinum í San Francisco hevur avgjørt, at Tesla stjórin ikki hevur ábyrgdina í máli um svik á keypskálanum
Uttanlands
Átta flokkar vilja útseta avtøkuna av dýra biðidegi
Fráðboðanin kemur á degnum har lógaruppskotið um avtøku av dýra biðiegi skal til fyrstu viðgerð í fólkatinginum
Uttanlands
Hvítvaskigøla gevur Danske Bank milliardaundirskot
Roknskapurin fyri 2022 hjá stóra bankanum sær alt annað enn penur út
Uttanlands
Erdogan noktar svenskum Nato limaskapi eftir koranavbrenning
Turkaland fer ikki at góðkenna svenskan Nato limaskap so leingi Svøríki loyvir, at koranin verður brend
Uttanlands
Kristian Reinert Davidsen sendir ein fylgisvein út í rúmdina
Ein grønlendskur fylgisveinur verður sendur út í rúmdina sunnudagin. Fylgisveinurin skal veita grønlendingum í Norður- og Eysturgrønlandi betur internet
Uttanlands
Bróðursonur Michael Jackson hevur leiklutin sum Michael Jackson í nýggjum filmi
Tá lívsøgan um Michael Jackaon verður filmsgjørd, er tað ikki hvør sum helst, sum skal spæla leiklutin sum tann heimskenda popstjørnan
Uttanlands
Sofie Linde gevst sum vertur
Danski X Factor-verturin, Sofie Linde gevst
Uttanlands
USA ávarar um møguligar atgerðir í Istanbul eftir at Paludan hevur brent koranir
At Rasmus Paludan gongur runt í Danmark og Svøríki og brennir koranir kann nú føra við sær, at hevndargerðir verða framdar í millum annað Istanbul
Uttanlands
Uttanríkisráðharrin í Týsklandi: Vit eru í kríggj við Russland
Í orðaskiftinum í Evroparáðnum í vikuni, segði týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, at øll tey sameindu hjá Ukraina eru í kríggi við Russland
Uttanlands
50 ár síðan friðaravtala varð gjørd millum partarnar í Vietnamkrígnum
Fleiri milliónir vietnamesarir vórðu særdir ella drpinir í krígnum. 58.000 amerikanskir hermenn mistu lívið og meira enn 300.000 vórðu særdir
Uttanlands
Turkaland gevur donskum sendiharra fundarboð áðrenn mótmælið hjá Paludan
Rasmus Paludan fer í dag at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Keypmannahavn
Uttanlands
Spania sendur gamlar stríðsvognar til Ukraina
Spania verður nú partur av londunum, sum stuðla Ukraina við stríðsvognum
Uttanlands
Ein millión flóttafólk søktu um friðskjól í ES-londum í fjør
Í alt 923.991 flóttafólk søktu um friðskjól í ES í 2022

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna