10. dysturin uttan sigur

Tað eru meiri enn 16 mánaðir síðani, at føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti fór at vøllinum við sigri

Myndir: FSF/Domenic Aquilina
Jóannes Hansen
25. februar 2024 kl. 19:16

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í dag seinna vinardystin á venjingarleguni á Malta.

Í dag var Albania mótstøðuliðið, og tað endaði við 3-0 tapi eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Hetta var 10. ferðin á rað, at Føroyar fóru av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.

Síðsti sigurin var 6. oktober í 2022, tá ið tað í Baltic Cup á útivølli ímóti Lettlandi endaði við 3-2 sigri.

Síðani tá hava Føroyar tapt níggju dystir og 5. apríl í 2022 endaði tað í vinardysti á útivølli ímóti luksemborg 5-5.

Signe Pries Andersen, landsiðsvenjari, var skuffað av úrslitinum eftir dystin, men segði, at samanumtikið hevur hópurin fingið nógv burturúr venjingarleguni á Malta.

– Vit hava brúkt hesa venjingarleguna til at royna ymisk nýggj ting. Nýggja uppstilling, nýggjar samansetingar og nýggjar loysnir. Vit hava lært eina rúgvu, og kunnu taka nógv ting við okkum, nú vit skulu undir EM undankappingardystir í vár.

Dysturin í dag var nummar 99 í røðini av landsdystum hjá kvinnunum.

Lutakast um hvørjum Føroyar fara at spæla ímóti vár verður 5. mars í Sveis.

Føroyar – Malta 0-3 (0-1)

Sunnudagin 25. februar 2024 kl. 13.00

Vinardystur Kvinnur

Paola Malta

0-1: Fortea Berisha 9.

0-2: Djellza Istrefaj 60.

0-3: Armela Tukaj 65.

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Ásla Johannesen (Mona Rasmusdóttir, 63.), Rúna Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Malena Olsen (Jensa Tórolvsdóttir, 70.) – Heidi Sevdal Fridrikka Clementsen, 63.), Rebekka Fjalsá Benbakoura, Sunniva Willemoes

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eyðgerð Mikkelsen, Valborg Østerø, Ása Carlsen, Mirjam Huneck, Margunn Lindholm, Tóra Mohr, Maria V. Johansen, Sára á Líðarenda

Venjari: Signe Pries Andersen

Hjálparvenjari: Tummas Erling Djurhuus