Tíðindi, greiningar, samrøður og fyrilestrar, meðan tú ert á ferð ella ert í hvílistøðu.
Her ber til at hoyra poddvørp hjá Dimmalætting.
Poddvarp um aktuel evnir
"Eg havi leingi havt ein dreym um at gera eitt ungdómspolitiskt poddvarp, sum vendir sær til tey ungu. Meiningin við poddvarpinum er, at ung fólk kunnu koma saman og tosa um ymisk evnir; alt frá fosturtøku, trúgv og til okkara politisku skipan. Endamálið er at fáa ymisk sjónarmið fram, men eisini til at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri politikki og politiskum evnum. Og so skal poddvarpið vera í eygnahædd við tey ungu" - Milia Egilsnes Anda.
"List í Støðum" snýr seg um sambandið millum list og støð; hvussu listafólk nýta støð sum íblástur ella motiv í listini ella kanska sum friðskjól, har tey skapa hana. Trygvi Danielsen er vertur
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta um almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com