11 lond lova nýggjar rakettir og loftverju til Ukraina

Sambært Reuters lovar ein bólkur av 11 londum nýggjan hernaðarligan stuðul til Ukraina. Bretski verjumálaráðharrin sigur at vestanlondini eru til reiðar at taka “tað langa seiða takið”

Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 09:30

Estland, Letland og Pólland teljast millum londini, ið millum annað fara at senda loftverjuskipanir og bjóða hernaðarliga venjing til Ukraina.

Tað boða tey frá eftir ein fund í gjár á Tapa-herstøðini í Estlandi.

Vertslandið fyri fundin, Estland, lovar eina nýggja sending av vápnum og skotverki til Ukraina fyri 841 milliónir krónur. Tað er higartil tann størsti hernaðarligi hjálparpakkin til Ukraina frá tí lítla baltiska landinum.

Harvið brúkar Estland eitt sindur meira enn eitt prosent av landsins btú til hernaðarligan stuðul til Ukraina, upplýsir estiska stjórnin sambært tíðindastovuni AFP.

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, lovar at senda 600 rakettir av slagnum Brimstone til Ukraina.

Hann undirstrikar, at vesturheimurin framhaldandi stendur saman í móti russiska forsetanum, Vladimir Putin, og innrásini í Ukraina. Hann sigur at vestanlondini eru til reiðar at taka “tað langa seiða takið”, sigur Wallace.

-    Um Putin forseti satsar uppá, at vit fara at keða okkum í ár, so fer hann skeivur. Vit leggja ætlanir fyri í ár, næsta ár og árið eftir og víðari fram, sigur bretski verjumálaráðharrin.

Fundurin í Estlandi er áðrenn ein týdningarmiklan fund í dag í tí sonevnda kontaktbólkinum fyri Ukraina í Týsklandi.

Her savnast umboðsfólk fyri umleið 50 lond, herímillum USA og hini Nato londini, fyri at fundast um hernaðarligan stuðul til Ukraina.

Í gjár skrivaðu vit um Danmark, sum sendir 19 Caesar kanónir til Ukraina, sum danska verjan annars hevði bíðað eftir í nógv ár. LES: Danmark letur Ukraina vápnaskipan

Pólland og Finland hava boðað frá, at tey eru klár at senda týsktframleiddar stríðsvognar af slagnum Leopard 2 til Ukraina.

Føroya landsstýri ger framvegis onki fyri at stuðla Ukraina í stríðnum fyri frælsið hjá vesturheiminum.