12 filmar komu inn

Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi at lýsa heimsmálinum hjá ST

Tíðindaskriv frá Námi
12. november 2022 kl. 08:38

12 filmar komu inn til árligu stuttfilmskappingini hjá Námi at lýsa heimsmálinum hjá ST.

Tað eru skúlar og næmingar úr hádeild og miðnámi, sum kunnu luttaka í kappingini, har vinningurin er 30.000 krónur.

Ein faklig dómsnevnd, sum er sett av Námi, metir um innkomnu filmarnar, sum í mesta lagi í sjey minuttir, hava sett sær fyri at lýsa eitt ella fleiri av teim seytjan heimsmálunum, sum øll árini hava verið karmurin um kappingina.

Vinnarin verður kunngjørdur og vístur saman við øðrum filmum í kappingini í Havnar Bio týsdagin hin 6. desembur klokkan 19.