2.000 skaðar fleiri í fjør enn árið fyri

- Nú 2022 er gjørt upp, er greitt, at tað vóru væl fleiri skaðar, enn undanfarin ár. Skaðatalið bendir á, at virksemið í landinum hevur verið sera høgt seinasta árið, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, sum rindaði 225 milliónir krónur í skaðaendurgjøldum í 2022

Tíðindaskriv
16. mars 2023 kl. 11:20

- Vit høvdu bæði stormar, skriðjulop, skipbrot, aliskaðar og eldsbrunar, umframt sera nógvar ferðaskaðar og allar teir vanligu smáskaðarnar í fjør. Tá ið samanum kom, endurrindaði Betri Trygging kundunum 12.481 skaðar. Tað er yvir 2000 fleiri enn í 2021, og tað kostaði umleið 225 milliónir krónur, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.
Samstundis, sum skaðarnir vóru nógvir, er íløgumarknaðurin framvegis óstøðugur, og inflatiónin heldur á at hækka.

- Men hóast alt er vorðið dýrari, og hóast skaðatalið er nógv hækkað, er solvensurin eisini hækkaður, og álitið á Betri Trygging er sera gott. Úrslitið fyri 2022 gjørdist eitt yvirskot upp á tíggju milliónir krónur, vísir forstjórin á.

Tryggingarvirksemið hevur gingið væl. Felagið fær støðugt fleiri kundar, og fólk tryggja seg sum heild væl. Aftur í ár fer Betri at luta kundunum burturav yvirskotinum. Við Limakrónunum fáa kundarnir tíggju prosent av tryggingargjaldinum, sum teir hava rindað inn, afturgoldið.

Nýggjar tænastur
Farna árið hevur Betri Trygging víðkað um virksemið, bæði við nýggjum tryggingum, nýggjum dekningum og nýggjum tænastum. Nógv er gjørt fyri at menna talgildu loysnina ”Mín Trygging”, har støðugt fleiri møguleikar leggjast afturat.

Tilboð við sálarligari kreppuhjálp fyltu nógv í fjør, og tænastan ”Betri Bati”, ið hjálpir tí skadda betri enn áður, er løgd afturat arbeiðsskaðatryggingini. Hartil er vanlukkutryggingin víðkað við fleiri tænastum.

- Tá ið tú leggur tænastur afturat dekningunum, verður tað dýrari í endurgjøldum. Men endamálið við tryggingini er júst at lofta, tá ið skaðin rakar, slær Ingunn Eiriksdóttir fast.

Nýggjasta tænastan hjá Betri Trygging er møguleikin at rinda tryggingarnar mánaðarliga. Tað gevur betri fíggjarligt rásarúm at rinda eina minni upphædd hvønn mánað, heldur enn at rinda fyri allar tryggingarnar í senn – til dømis fyri eitt heilt ár fram.
- Hetta er ein tænasta, ið hevur fingið sera stóra undirtøku, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir. 

Lyklatøl 2022 samanborið við 2021: