23. FM heitið er í eygsjón

Kvinnur: NSÍ tykist vera einasti møguligi avbjóðarin hjá óføru KÍ kvinnunum

Jóannes Hansen
15. mai 2023 kl. 12:31

Í kvinnukappingini í fótbólti gongur tað soleiðis, sum tað plagar at gera. KÍ hevur vunnið FM 22 ferðir, og KÍ hevur fýra tey seinastu árini vunnið FM. Sum støðutalvan í løtuni sær út, nú seks av 21 umførum eru avgreidd, so bendir alt á, at KÍ kvinnurnar fara at vinna fimta FM heitið á rað og 23. FM heitið í alt.

Støðutalvan sigur, at NSÍ er tað einasta av hinum, sum kanska hevur møguleika at bjóða KÍ av. Eftir seks umfør eru tað fimm stig frá KÍ, sum hevur fulla úrtøku, og aftur til NSÍ, ið er fimm stig frammanfyri B36, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn tey bæði fremstu. Tað kemst av, at heimadysturin ímóti TB/FCS/Royn, ið var skrásettur at vera hetta vikuskiftið, er útsettur.

KÍ og NSÍ spældu í Klaksvík 30. apríl, og tá vann KÍ 5-1. Tað eru tvær innanhýsis uppgerðir eftir millum tey bæði fremstu. Tann fyrra verður 1. juli í Runavík, og tann seinna verður 1. oktober í Klaksvík.

Hesaferð hevði NSÍ vitjan av EBS/Skála, ið er langt frá tí styrkini, sum í 2017 og 2018 bar við sær, at felagsliðið vann FM. NSÍ vann 7-1, og Heidi Sevdal skoraði fýra mál og hevur higartil í ár skorað 14 mál og er heilt einsamøll á máltindinum. Næstbestu málskjúttarnir eru tríggjar úr KÍ, sum hava skorað fimm mál. Tær eru Durita Hummeland, Rebekka Benbakoura og Tóra Mohr.

KÍ vann 4-0 í Gundadali ímóti HB, sum tær úr Klaksvík annars ofta hava havt ilt við at fáa bilbukt við. Eftir innlegg úr vinstru skoraði Jancy Mohr einasta málið í fyrra hálvleiki, tá ið eitt lítið korter var farið. Eldra systurin, Tóra Mohr, økti tíðliga í seinna hálvleiki um munin, og so var tað Malena Olsen, sum fríggjadagin hevur 19 ára føðingardag, sum økti til 3-0, áðrenn HB var óheppið at gera sjálvmál.

Tað endaði 2-2, tá ið Víkingur hevði vitjan av 07 Vestur. Tvífaldur málskjútti hjá gestunum, sum løgdu seg á odda og so javnaðu til 2-2, var Margit Kwao. Hon hevur nú skorað fýra mál, og hetta var onnur ferðin í ár, at hon var tvífaldur málskjútti. Marita á Fríðriksmørk var málskjútti fyri aðru ferð í ár, tá ið hon javnaði til 1-1, og Hanna Isaksen Højgaard var fyri 120. ferð málskjútti í bestu deildini, tá ið hon tíggju minuttir eftir steðgin legði Víking á odda 2-1.

 

 

Víkingur – 07 Vestur 2-2 (1-1)

0-1: Margit Kwao 17.

1-1: Marita á Fríðriksmørk 29.

2-1: Hanna Isaksen Højgaard 55.

2-2: Margit Kwao 72.

 

NSÍ – EBS/Skála 7-1 (2-0)

1-0: Heidi Sevdal 27.

2-0: Rúna Olsen 32.

3-0: Heidi Sevdal 52.

3-1: Alda Petersen 57.

4-1: Heidi Sevdal 64.

5-1: Helga Mikkelsen 67.

6-1: Lena Olsen 73.

7-1: Heidi Sevdal 76.

 

HB – KÍ 0-4 (0-1)

0-1: Jancy Mohr 13.

0-2: Tóra Mohr 52.

0-3: Malena Olsen 59.

0-4: sjálvmál 81.

 

6

6

0

0

29

2

18

NSÍ

6

4

1

1

28

9

13

B36

5

2

2

1

8

5

8

07 Vestur

6

2

2

2

11

10

8

HB

5

2

1

2

7

6

7

Víkingur

5

1

2

2

10

15

5

EBS/Skála

6

0

1

5

5

21

1

TB/FSV/Royn

5

0

1

4

1

31

1

B36 – TB/FSS/Royn útsettur

 

Hósdagin 18. mai

Kristi himmalferðardagur

TB/FCS/Royn -  Víkingur

 

Leygardagin 20. mai

NSÍ – 07 Vestur

Sunnudagin 21. mai

Víkingur – B36

HB – EBS/Skála

TB/FCS/Royn – KÍ