37-ára gamal sangur ger seg aftur galdandi á hittlistunum

Tað eru skjótt 37 ár síðan, at bretska sangarinnan Kate Bush sang stórhittið “Running Up That Hill”, men nú ger sangurin frá 1985 seg aftur galdandi á hittlistunum vegna eina raðsending á Netflix

Tey ungu hava fingið eyguni ella oyrini upp fyri kenda sanginum hjá Kate Bush, sum hittaði í 80-unum, Running Up That Hill, eftir at sangurin hevur ein sentralan leiklut í fjórðu sesongini av raðsendingini, Stranger Things (Mynd: CC by 2.0/Netflix)
Sigurjón Einarsson
7. juni 2022 kl. 11:31

Fyri 37 árum síðan var hittið hjá Kate Bush “Running Up That Hill” at finnast á altjóða tónleikahittlistum kring heimin.

Nú endurtekur søgan seg, men hesa ferð er tað ein serlig orsøk til, at 80-ara hittið enn einaferð er at finna á hittlistunum kring heimin, skrivar The Guardian.

“Running Up That Hill” spælir – uttan at siga ov nógv – ein heilt avgerandi leiklut fyri kvinnuliga høvuðsleiklutin, Max, í vælumtóktu Netflix-raðsendingini, Stranger Things, nú fjórða sesong av raðsendingini verður send.

Fríggjadagin var sangurin nógv deildur á sosiala miðlinum TikTok, og so kom fer á.

Síðan í síðstu viku hevur sangurin gjørt eitt comeback á hittlistum kring heimin og liggur nú nummar átta í Bretlandi. Sangurin er eisini millum fimm tey mest spældu løgini á Spotify og iTunes. Í USA er talið av avspælingum hækkað við 9.900 prosentum.

Tað er heldur ikki farið aftur við borðinum hjá bretsku sangarinnuni, at ein av hennara sangum aftur er at finna á hittlistunum.

– Hetta er ógviliga spennandi, skrivar Kate Bush á sínari heimasíðu.

Víðari skrivar hon:

– Tú hevur kanska hoyrt, at fyrsti partur av fantastisku og nýggju raðsendingini, Stranger Things, er at síggja á Netflix. Har er millum annað “Running Up That Hill”, ið hevur fingið eitt heilt nýtt lív millum tey ungu, sum elska raðsendingina – eg elski hana eisini, skrivar hon og endar við at senda eina heilsan til sínar nýggju fjepparar:

– Túsund takk til tykkum øll, ið hava stuðlað sanginum.

Til ber at hoyra sangin her: