Heilir 38 tilburðir í gjár

Í gjár vóru ikki færri enn 38 smittutilburðir. Bert eina ferð áður hava smittutølini fyri eitt døgn verið so høg

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2021 kl. 14:53

Júst sum vit trúðu, at hendan smittubylgjan var fallandi, hava vit havt nógvar smittutilburðir seinastu dagarnar.

Í gjár vóru ikki færri enn 38 nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

37 tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, meðan ein tilburður er av ókendari smittukeldu.

Bert eina ferð áður hevur smittutalið fyri eitt døgn verið eins høgt sum hesa ferð, 38. Tað var tann 5. august í 2020, sambært corona.fo.

882 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 134 smittað í Føroyum, meðan 248 fólk sita í sóttarhaldi.

Við Dimmalætting í gjár segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, at smittan í løtuni ger um seg, tí at nú eru nógvir seturskúlar og onnur tiltøk, har nógv ung eru undir somu tekju, og at hetta er fyrsta heystið, har vit hava havt Deltavariantin í Føroyum.