50 ár síðan friðaravtala varð gjørd millum partarnar í Vietnamkrígnum

Fleiri milliónir vietnamesarir vórðu særdir ella drpinir í krígnum. 58.000 amerikanskir hermenn mistu lívið og meira enn 300.000 vórðu særdir

Ragnar Sjúrðarson
27. januar 2023 kl. 15:45

Á hesum degnum í 1973 varð friðaravtala undirskrivað millum partarnar í Vietnamkrígnum. 14 ár eftir at kríggið byrjaði í 1959. Tað skrivar Ritzau.

Vietnamkríggið var eitt vápnað stríð millum kommunistiska Norðurvietnam, við stuðli frá Sovjetsamveldinum og Kina, og Suðurvietnam við stuðli frá USA.

Hóðast friðaravtalan kom í hús helt bardagin á, men uttan amerikanskar hermenn á víðvøllinum.

Kommunistiska Norðurvietnam gjørdi stór framstig, og suðurvietnamesiski herðurin, sum áður hevði fingið hernaðarhjálp frá amerikanarum, misti fleiri og fleiri fólk og fall til síðst. Kríggið endaði í 1975.

Amerikanska tjóðin var øgiliga ósamd um avgerðina, at blanda seg upp í Vietnam kríggið og har vóru næstan dagligar mótmælisgongur í sambandsríkinum gjøgnum krígsárini.

Niels Bjerre-Poulsen er lektari innan amerikansk viðurskifti á Syddansk Universitet og hevur skrivað eina bók um Vietnamkríggið. Niels Bjerre-Poulsen sigur at kríggið enn spøkir í USA. Vietnamkríggið virkar sum ein ávaringarlampa, tá landið umhugsar at blanda seg í ósemjur.

-    Kríggið hevur havt ta ávirkan, at hvørjaferð landið leitar eftir onkrum ósemjum sum minna um tí í Vietnam. Um tað so er í Afghanistan ella arðastaðni, so eru tað somu alarmklokkurnar sum siga: Eru vit ávegis í eitt nýtt Vietnam?, Sigur Niels Bjerre-poulsen.

Meginparturin av fólkinum er í dag av tí sannføring, at tað var eitt stórt mistak at USA sendi hermenn til Vietnam.