

50 dagar í fongsul fyri hóttanir
Ein kvinna í 40-num varð ikki meira enn dømd, áðrenn hon framdi sama lógarbrot aftur. Nú hevur hon fingið 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing aftrat
Steinar Patursson
22. november 2022 kl. 13:01
Ein kvinna í 40’num var í Føroya rætti í dag dømd 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri brot á grein 266, sum er hóttanir.
Kvinnan hevur sitið varðhaldsfongslað síðan 25. oktober, tí tá hon varð handtikin fyri hóttanirnar, hevði hon júst frammanundan fingið dóm – eisini fyri hóttanir.
- Kvinnan varð 18. oktober dømd 60 daga fongsulsrevsing fyri fleiri brot, harímillum hóttanir, og hetta vóru skerpandi umstøður, so hon hesaferð fekk 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing, sigur Ingi Midjord, ákæri.