

Lestrargongan er eitt árligt tiltak fyri føroyingar í Danmark undir hægri lesnaði, supplering ella í læru, ið hevur til endamáls at samansjóða føroysk lesandi, bæði innan sína útbúgvingargrein og sum heild. MFS umboðar øll, ið ikki hava eitt annað lestrarfelag.
Tiltakið byrjaði í Pumpehuset, har øll tey lesandi hittust áðrenn gonguna. Eisini var møguligt at keypa sær okkurt í barrini, mingla og luttaka í ymsum kappingum.
Umboð frá stuðlunum Sveiggj, Articon, Elektron og Poul Hansen vóru eisini til staðar.
Gongan byrjaði klokkan 17:00 og fór fram í hjartanum av Keypmannahavn. Á gonguni ferðaðust tey lesandi frá barr til barr við sínum bólki, ið var av lesandi undir somu ella líknandi útbúgving, og hitti aðrar bólkar á leiðini. Soleiðis hittu verkfrøðingarnir kanska løgfrøði- ella læraralesandi á síni leið.
Tá gongan var liðug klokkan 22:00 fóru øll aftur í Pumpehuset, har Swangah við livebólki framførdi.
Hetta eru ymisku lestrarfeløgini:
SVÍN - Samfelagsvísind í nærumhvørvinum
FLÚS - Farmacilesandi Útisetar á Slættanum
FÚL – Føroyskir Útisetar á Løgfrøði
LÍK – Læknalesandi í Keypmannahavn
MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta
PLÍK - Professiónslesandi í Keypmannahavn
Samvinnan – Føroyingar á CBS
SÁL – Føroysk Sálarfrøðilesandi
VÁS – Verkfrøðingar á Slættanum
NáK - Náttúruvísindalesandi í Keypmannahavn