702 Airbnb bústaðir í Føroyum

Tað eru munandi fleiri Airbnb bústaðir í Føroyum enn fyri bert fáum árum síðani, og tað er serliga í Havn, at nógvir Airbnb bústaðir eru at finna

Keypir tú grundøki í høvuðsstaðarøkinum, skalt tú út frá privatu sølulistunum vænta at skula av við millum eina og tvær milliónir fyri eitt grundøki til sethús. Saman við byggikostnaðinum eru tað fimm til seks milliónir fyri at byggja eini sethús í Havn. Til samanberingar kann sigast, at miðalprísurin fyri at keypa eini sethús í sama øki mitt í landinum var við ársenda í fjør 3,9 milliónir krónur, sambært Betri Banka (Tilvildarlig mynd)
Steinar Patursson
22. september 2022 kl. 14:53

Tað eru í løtuni 702 bústaðir til leigu í Føroyum umvegis pallin Airbnb.

Airbnb hevur sum privat fyritøka tann politikk, at tílík tøl verða ikki útvega, men leitar tú eftir øllum bústøðum á heimasíðuni hjá Airbnb í Føroyum, sæst, at samlaða talið er 702 bústaðir.

Hetta er munandi meira enn við árslok í 2018, tá ein uppgerð hjá Taks vísti, at tilsamans vóru 551 bústaðir til leigu í Føroyum umvegis Airbnb.

Nógv tann størsti parturin av bústøðunum er í Havn og bygdunum kring Havnina, har 329 skrásettir bústaðir eru.

Í Klaksvík eru 43, á Sandoy eru 21, og í Suðuroy eru 89 bústaðir. Í Suðuroy eru tað serliga Tvøroyri og Vágur, har nógvir bústaðir eru, ávíkavist 27 og 24.

Í Sandavági eru 16 bústðir, meðan tað í Miðvági og Sørvági eru ávíkavist 28 og 23 bústaðir.