900 fólk uppsøgd á Zoom fundi

Stjórin í Better.com, Vishal Garg, hevði kanska ikki stundir at siga øll 900 starvsfólkini úr starvi ein og ein, so hann segði øll upp í senn - á einum Zoom fundi.

Steinar Patursson
7. desember 2021 kl. 13:10

Stjórin á útlánsfelagnum Better.com valdi eina heldur øðrvísi loysn, tá hann herfyri skuldi siga ikki færri enn 900 starvsfólkum úr starvi.

- Um tú ert á hesum uppkallinum, ert tú partur av tí óhepna hópinum, sum verður sendur til hús, hoyrdu tey 900 fólkini á einum Zoom fundi ella Zoom uppkalli.

Tað var stjórin í felagnum, Vishal Garg, ið hevði boðið teimum á hendan fundin at geva teimum boðini, at tey ikki longur høvdu eitt arbeiðspláss, og uppsagnirnar hava fingið nógvar ákoyringar, eftir at eitt eintak av uppsagnarfundinum varð lagt út á sosialar miðlar.

Vishal Garg segði á fundinum, at arbeiðsavrik og marknaðarbroytingar lógu til grundar fyri hópuppsagnunum, ið taldu góð 15 prosent av arbeiðsfjøldini hjá Better.com, men hann segði kortini einki um teir 750 milliónir dollararnar, ið Better.com sambært BBC fekk frá Softbank í farnu viku.

Soleiðis segði Vishal Garg millum annað í uppsagnarsamrøðuni:

- Hey øll, takk fyri at tit kundu vera við. Eg havi ikki góð tíðindi. Marknaðurin er broyttur, sum tit vita, og vit mugu gera broytingar, soleiðis at vit kunnu yvirliva, halda fram við at blomstra og at gera, sum vit hava ætlað.

- Hesi eru ikki tíðindini, sum tit vilja hoyra, men hetta er mín avgerð, og tit skulu hoyra hetta frá mær. Hetta hevur verið ein veruliga, veruliga torfør avgerð at taka. Hetta er aðru ferð í mínari karrieru, at eg geri hetta, og eg vil ikki gera hetta. Seinast eg gjørdi hetta, græt eg. Eg vóni, at eg eri sterkari hesaferð. Men vit siga um 15 prosent av starvsfjøldini upp av fleiri orsøkum: marknaðurin, virknisføri, avrik og produktiviteti.

- Um tú ert á hesum uppkallinum, ert tú partur av tí óhepna hópinum, sum verður sendur til hús. Tit eru uppsøgd við umgangandi gildiskomu.

Sí upptøku frá Zoom fundinum niðanfyri.