96 dagstovnapláss afturat í Havn

Dagstovninum á Hamrinum á Argjum verður útbygdur, so tað koma 96 dagstovnapláss afturat

(Mynd: torshavn.fo)
Sigurjón Einarsson
24. november 2022 kl. 11:00

Tórshavnar kommuna og P/f Búsetur hava skrivað undir arbeiðstøkusáttmála um stóra útbygging av Dagstovninum á Hamrinum.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Fólkatalið á Argjum er í stórum vøkstri, og á Argjahamri fer fram nýggj stór útstykking. Tórshavnar kommuna tørvar eisini fleiri nýggj dagstovnapláss, og við hesi útbyggingini av Dagstovninum á Hamrinum koma umleið 96 dagstovnapláss afturat.

Tað var eisini Búsetur, sum bygdi verandi stovn afturi í 2003-04.

Tað var Palle Gregoriussen, sum teknaði bygningin, og eyðkendi byggilistarligi stílur hansara fer eisini at síggjast aftur í nýggju byggingini.

Útbyggingin fer at kosta umleið 50 milliónir krónur, og arbeiðið verður væntandi liðugt á heysti 2024.