Á eftirskúla ella AFS í summar?

Hóskvøldið verður tiltak á Kongabrúnni, har góð ráð eru til tey, ið umhugsa at lata barn sítt fara á eftirskúla ella AFS í summar

Tíðindaskriv
2. mai 2022 kl. 13:16

Í hesum døgum eru hópatals føroysk ungfólk, sum gleða seg til at fara á eftirskúla ella burtur í lond sum skiftisnæmingar eftir summarferiuna. Somuleiðis eru hópatals foreldur, sum nú stúra um, hvussu tað skal ganga teirra dýrabarastu, sum skulu avstað.

Tað kann jú vera ilt at vita, hvussu tey fyrireika seg sum best - og hvat tey eiga at minnast til og fáa í rættlag undan fráferð.

Tískil skipa Betri Trygging og Betri Banki fyri kunningarkvøldi, ið er ætlað foreldrum at ungum, sum skulu á AFS ella eftirskúla - og teimum ungu sjálvum.

Tiltakið verður á Kongabrúnni hóskvøldið 5. mai klokkan 19, og har vera góð ráð at heinta - bæði um tryggingar, netbanka, kort og annað. Eisini verður samrøða við barn og foreldur, sum hava royndir av eftirskúla. Tey geva góð ráð og greiða frá um royndirnar, tey gjørdu hetta árið.

Tiltakið varar ein tíma, og tað er ókeypis.

Til ber at síggja skránna, lesa meira og melda seg til tiltakið á

https://www.betri.fo/trygging/tilmelding-til-eftirskulatiltak

Leys Størv