Aðalskrivarin hjá ST skal hitta bæði Putin og Zelenskyj í komandi viku

Aðalskrivarin hjá ST, António Guterres, fer í næstu viku at vitja bæði Russlandi og Ukraina, har hann fer at hitta forsetarnar hvør sær.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
24. apríl 2022 kl. 08:53

Tað er ikki einans føroyski løgmaðurin, sum ætlar sær at ferðast í næstu viku. Aðalskrivarin hjá ST, António Guterres, fer í næstu viku at vitja bæði Russland og Ukraina, har hann fer at práta við landsins leiðarar í hvør sínum lagi. António Guterres hevur ynskt at hitta forsetunum í Russlandi og Ukraina í eini vón um frið í Ukraina.

Aðalskrivarin hjá ST, António Guterres, flýgur týsdagin í næstu viku til russiska høvuðsstaðin, fyri at hitta bæði russiska forsetan, Vladimir Putin, og russiska uttanríkismálaráðharran, Sergei Lavrov. Hesum hevur ST boðað frá í tíðindaskrivið. António Guterres hittir Sergei Lavrov til arbeiðsfund og døgurða, og Vladimir Putin tekur ímóti honum í Moskva. Sambært talsmanninum hjá ST, Eri Kaneko, so vónar António Guterres, at teir fara at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa frið í Ukraina.

ST hevur eisini boðað frá at aftaná vitjanina í Russland fer aðalskrivarin hjá ST, António Guterres, á vitjan í Ukraina. Í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, skal hann hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og uttanríkismálaráðharran, Dmytro Kuleba. António Guterres hevur áður sagt, at russiska innrásin í Ukraina, er størsta álopið á eitt land í Evropa síðan annar veraldarbardagi endaði. Omanfyri 12 milliónir menniskju hava tørv humaniterari hjálp í løtuni. Tískil er umrøðan av humaniterari hjálp til ukrainska fólki eisini á breddanum, tá António Guterres skal fundast í Ukraina, skrivar Reuters.