Adrian skoraði í fyrsta landskappingardystinum fyri Hillerød

Sebastian Pingel, sum hevur spælt við bæði HB og B36, kom eisini á máltalvuna

Fríðmundur Nattestad
24. februar 2024 kl. 16:00

Fyrstu dystirnir í aðru hálvu av donsku næstbestu deildini í fótbólti vóru á skránni í gjárkvøldið.

Adrian Justinussen, sum í vetur skifti úr HB til Hillerød Fodbold, hevur fingið eina fína byrjan í danska felagnum, og hevur skorað í fleiri venjingardystum. Í gjár fekk hann so møguleikan at veruliga prógva seg, í fyrsta kappingardystinum fyri danska felagið, tá Hillerød var á vitjan hjá Vendsyssel FF.

Talan gjørdist um ein málríkan og dramatiskan dyst, sum endaði 4-4, har bæði liðini skoraðu í tíðini dómarin hevði lagt afturat.

Góði formurin, Adrian hevur víst í venjingardystum, helt fram, tá Adrian legði Hillerød á odda 3-2. Maðurin, sum legði upp til málið hjá Adrian, og sum eisini javnaði til 4-4 fyri Hillerød, var Sebastian Pingel.

Sebastian Pingel hevur spælt seks kappingarár í føroyskum fótbólti - trý fyri HB og trý fyri B36.

Næsti dystur á skránni hjá Hillerød er ímóti FC Helsingør á heimavølli komandi fríggjakvøld.