Aftur í dag vann TB gull

Bónuskappingin gentur 14B: TB-Ternan 2-0 (25-16, 25-18)

Flogbóltssamband Føroya
25. februar 2024 kl. 16:50

TB vann Bónuskappingina fyri gentur 14B. Í gjár vann TB tvær dreingjafinalur, og í dag vann TB eina gentufinalu.

Elsta ítróttafelag í landinum, TB, og yngsta flogbóltsfelagið, Ternan av Toftum, hittust til enn eina finalu í dag. Elsta felagið, TB, vann dystin og Bónuskappingina fyri gentur 14B. Sum tølini siga, so var sigurin rudduligur, tí TB vann 25-16 oh 25-18.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist  Elisa Hermansen úr Ternuni.