Hetta gera vit eitt nú við at styrkja skapandi lærugreinar í fólkaskúlanum, at framleiða meira tilfar á føroyskum máli til børn og ung, og at minka um bíðilistarnar til musikkskúlatilboð.
Í høvuðsstaðnum hava vit arbeitt miðvíst við hesum málum. Vit gera stórar íløgur í list, vit stuðla tónleikalívinum í býnum, vit reka Musikkskúlan, og vit seta nú eisini pening av sum stuðul til filmsgerð, umframt at vit stuðla Klippfisk.
Javnaðarflokkurin ynskir, at inntøkurnar frá MVG frá útlendskum stroymingstænastum skal í føroyska landskassan og markast til mentan og list. Í løtuni er talan um 13 mió. krónur árliga, sum fara í danska landskassan.
Afturberingin til filmsframleiðslu í Føroyum skal økjast munandi, so fleiri stórar filmsverkætlanir koma hendan vegin. Inntøkurnar koma fleirfaldað aftur gjøgnum forbrúk, marknaðarføring og ferðavinnu.
Vit fara at skjóta upp fyri løgtinginum, at so líðandi skal játtanin til filmsgrunnin økjast upp á 10 mió. kr. árliga.
Heðin Mortensen