Aggrasoppar og Bygdaball í Gulu Smiðju

- Tað verður eitt brak av einum kvøldi við tveimum villum konsertum og góðum ljósshowi, skriva fyriskipararnir

Fríðmundur Nattestad
12. apríl 2024 kl. 18:00

Fríggjakvøldið 26. apríl klokkan 20 verður forkunnug konsert við Aggrasoppum og Bygdaball í Gulu Smiðju við Villiami Soo Joensen handan ljósknøttarnar.

- Tað verður eitt brak av einum kvøldi við tveimum villum konsertum og góðum ljósshowi, skriva fyriskipararnir.

Bygdaball er nýggjur rokk bólkur úr Runavík við Dáva L. Samuelsen, Pól Pállson Holm og Jóhannus Olsen. Teir útgóvu seks stakløg í 2023.

Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Bólkurin er kendur fyri kraftmiklar og undirhaldandi framførslur, sum fáa grót at syngja og deyð at klappa. Ein djevulskynd alda, ið ógvar mangt pent á síni ferð. Aggroppar er føroyskt flowerpunk naprap; stuttligt og yvirraskandi mindfuck til allar sansir. Eitt herligt, fjákut, inniligt, álvarsligt, kreativt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarligt tónlistakollektiv, sum hevur gjørt um seg á føroyska tónleikapallinum síðani 2020, men kanska serliga tvey tey síðstu árini, har tey hava spælt nógvar konsertir í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Tey vunnu Sement í 2023 og hava útgivið 2 plátur. Aggrasoppar eru: Eyðfinn B. Lamhauge (sang, samplari), Dania O. Tausen (sang, samplari), Trygvi Danielsen (sang), Karl Andrias Stórá (bass), Hjørtur P. Háberg (trummur), Ólavur Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (klaver)

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo