Aggrasoppar spæla á G!

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir

Tíðindaskriv
10. mars 2024 kl. 11:00

Eitt hitt stórsta föroyska satsið úti í heimi í lötuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey framfördu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser. Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framförsla, at hon brýtur málslig mörk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA eru tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge er tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og sum vit nevndu í tíðindaskrivi fyrr í hesi vikuni, er Dania O. Tausen tilnevnd til næstan allar hinar FMA'arnar í ár.

Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivör.