Áheitan til Djóna Nolsøe Joensen um at tryggja Rásina!

Eg havi tiltrúgv fyri, at landsstýrismaðurin eisini sær átroðkandi tørvin

Bjørg Dam
26. mai 2023 kl. 10:55

Sum býráðslimur í Tórshavnar býráð og stýrislimur í skúlastýrinum í Skúlanum á Fløtum vil eg hervið heita á landsstýrismannin, um at fara inn í málið um sertilboðið Rásina og tryggja, at Rásin heldur fram eftir summarfrítíðina, sum skúlin hevur søkt um. 

Stóri skúlin varð bygdur uttan pláss til serflokkar, hetta hevur Tórshavnar býráð, sum varir av kørmunum bøtt um, við einari eykajáttan í mai 2022 á 1,82 mio til at umbyggja auditorium um til tvær serstovur. Tí er tað hugstoytt at hoyra, at nú kommunan hevur gjørt íløgur og hevur ynski um sertilboð, at tað so er umsitingin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum forðar fyri, at børnini í størsta og fyltasta skúlanum, ikki kunnu hava eitt líkandi tilboð, sum fleiri aðrir stórir skúlar kring Føroyar hava. 

Fyri at bøta um vandaleiðina fólkaskúlin hevur verið á í nógv ár, við øktum mistrivnaði millum børn og lærarar, skúlaaftran og risa longum bíðirøðum til barnapsykiatriina, er júst komið tilmæli “Fólkaskúlalógin broytingar”. Har verður staðfest, at floksstøddin hevur stóran týdning fyri trivna. Mælt verður til, at floksstøddin skal niður á 18 ella 20 næmingar. Við sínum 23,3 næmingum í hvørjum flokki í miðal í Skúlanum á Fløtum, er tað eyðsæð, at neyðugt eru við Rásini. 

Tørvur á fleiri serflokkatilboð í Havn! 
Stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen vísti á í tíðindunum í KVF, at ein grundgeving fyri at sýta umsóknini er, at serflokkatilboð kemur úti á Skúlanum á Argjahamri. Hjalmar átti at vita, at við sínum 386 næmingum, hevur skúlin á Argjahamri nóg stórt grundarlag fyri at fylla serflokkarnar sjálvur. 
Barna og útbúgvingarmálaráðið eigur at taka barnsins besta fyrst, og ikki mæla til at flyta børn, ið longu hava tað torført! 
Vit eiga at leggja okkum eftir, at allir skúlar bjóða sínum børnum serlig skúlatilboð í nærumhvørvinum, júst sum man hevur eydnast t.d. í Suðri, har Tvøroyrar skúli við 191 næmingum og Vágs skúli við 190 næmingum hava hvør sínar serflokkar. 

Í dag eru 8 serflokkatilboð kring landið og minsti skúlin er Vestmanna skúli við 156 næmingum. 

Stjórin í Undirvísingarstýrinum vísti eisini á, at Rásin er eitt slag av millumtilboðið, sum ikki passar inn í skúlaskipanina. Eg kenni væl tilboðið og veit at Skúlin á Fløtum hevur brúkt seinastu 5 árini at menna eitt sera gott millumtilboðið, hvørs endamál er at lofta næminginum so tíðliga sum gjørligt, so at teir ikki nýtast at fara ígjøgnum langu tilgongdina við m.a. at Sernám. Tað er nevnliga styrkin, at millumtilboðið er skjót og tíðliga hjálp á staðnum fyri børn, sum av ymiskum orsøkum hava tað torført í styttri ella longri tíð. Hetta kann vera alt frá sjúku, traumatiskum upplivingum, missi, skilsmissu ella neurodiversiteti. 

Eg havi tiltrúgv fyri, at landsstýrismaðurin eisini sær átroðkandi tørvin á at Skúlin á Fløtum við sínum 745 næmingum, hevur bæði fyri neyðini og grundarlag fyri Rásini. 

Bjørg Dam,
Býráðslimur, limur í trivnaðarnevndini og skúlastýrislimur í Skúlanum á Fløtum