Áhugabólkur arbeiðir við at fyrireika lutaíbúðarbygging í og kring miðstaðarøkið

Áhugabólkurin ”Lutaíbúðir” er farin til verka á Facebook og hevur eftir stívari viku fingið 433 limir

Sigurjón Einarsson
9. november 2022 kl. 10:40

"Lutaíbúðir" er nýggjur áhugabólkur, sum eina tíð hevur lagt seg eftir at fyrireika lutaíbúðabygging í og kring miðstaðarøkið.

Endamálið er at vísa á alstóra tørvin á íbúðum og at fara eftir at brúka lógina um lutaíbúðir soleiðis, at bygdar verða hóskandi íbúðir til tey fleiri hundraðtals fólkini, ið annars hava ikki møguleika at seta føtur undir egið borð.

- Vit vita, at upp ímóti hálvtannað túsund fólk hava bráðfeingis tørv á ella ynski um at fáa hóskandi bústað, og tann tørvin strembar bólkurin ”Lutaíbúðir” eftir at gera til veruleika. Ein og hvør kann gerast limur við at fara inn á Facebook og tekna seg sum lim. Tað er ókeypis og óbindandi, men tá ið vit kenna tørvin betur, er ætlanin at stovna eitt ”Lutaíbúðafelag”, sum fer undir at fyrireika lutaíbúðabygging í miðstaðarøkinum, skrivar áhugafelagið í tíðindaskrivi.

Áhugabólkurin leggur dent á, at tað skal gerast gjørligt at byggja lutfalsliga ódýrar dygdaríbúðir í ymiskum støddum og við ymiskari innrætting, og sum eru orkusparandi og lættar og ódýrar at halda.

- Tá ið tíðin er búgvin – vónandi innan ikki alt ov langa tíð – verður kallað inn til stovnandi aðalfund, skrivar felagið.

Áhugafelagið skrivar soleiðis, hví áhugabólkurin er stovnaður:

"Sum støðan er nú, eru alt færri fólk, ið hava møguleika og fíggjarliga orku at ogna sær sítt egna at búgva í í høvuðsstaðarøkinum. Peningastovnarnir seta størri og strangari treytir um eginfígging og lønarinntøku fyri at veita lán til íbúðakeyp. Kappingin um tøkar íbúðir er hørð. Tað ger, at flestu fólk við lág- og miðalinntøku verða sáldað frá, tí peningastovnurin metir, at tey eru ikki lánsdygg (kredittverdug) og fáa tískil onga fígging til at seta føtur undir egið borð.

Vit, ið standa aftan fyri henda bólkin, halda, at tíðin er búgvin til at seta ferð á lutaíbúðabygging: eina aðra, fíggingarlættari og minni váðafúsa bygging, har fíggingarkrøvini til keypararnar eru munandi minni, enn tey eru, tá ið talan er um eigaraíbúðir. Skipast skal soleiðis fyri, at torførari verður at keypa og handla hesar íbúðir einans við vinningi fyri eyga".

Leinkið til áhugabólkin "Lutaíbúðir" á Facebook sæst her.