Ákærdur fyri umfatandi barnaporno

Ein maður skal í Føroya Rætt í morgin

Áki Bertholdsen
18. juni 2024 kl. 09:52

Í morgin fer Føroya Rættur at viðgera eitt serligt mál, har ein maður er ákærdur fyri umfatandi kynslig brotsverk ímóti børnum.

Í januar tók løgreglan ein mann í fimmtiárunum og skuldsetti hann fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum. Í sambandi við handtøkuna bleiv húsarannsókn eisini framd og har varð hald lagt á ymsar teldulutir. Tann skuldsetti hevur verið varðhaldsfongslaður síðan handtøkuna, og kanningararbeiðið er nú liðugt.

Maðurin er millum annað skuldsettur fyri at hava deilt yvir 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi og at hava í varðveitslu yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.

Haraftrat er hann skuldsettur fyri, á sosiala miðlinum Twitter nú nevnt "X", í fýra umførum at hava viðvirkað til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár við at hava eggjað aðrar brúkarar uttanfyri Føroyar at neyðtaka børn og at hava vegleitt hesar persónar um, hvørjar kynsligar gerðir teir skuldu gera móti børnunum.

Málið verður viðgjørt í Føroya Rætti í morgin.