A-kvinnulandsliðið í hondbólti fær nýggjan venjara

Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur, sambært Hondbóltssambandinum, av heilsuávum sagt seg úr starvinum. Nýggjur fyribils venjari er ein gamal kenningur

Sigurjón Einarsson
1. desember 2021 kl. 12:46

Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur, sambært Hondbóltssamband Føroya, sagt seg úr starvinum av heilsuávum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Tað verður fyribils Sonni Larsen, sum tekur við starvinum og kemur at standa á odda fyri liðnum restina av EM-undankappingini. Heimasíðan skrivar eisini, at Finnur Hansson heldur fram sum hjálparvenjari.

Sonni Larsen er gamal kenningur í landsliðshøpi, tí hann var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021, har hann leiddi liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar.

Føroysku kvinnurnar hava fýra dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars komandi ár spæla kvinnurnar úti- og heimadyst móti Eysturríki. Í apríl spæla kvinnurnar heima móti Rumenia og eisini er ein útidystur móti Danmark á skránni tá.