Al-Ittihad bjóðar Salah 21 milliónir krónur um vikuna

Saudi-Arabiska felagið Al-Ittihad ger alt fyri at tryggja undirskriftina hjá Mohamed Salah – og tað eru ikki pengarnir, ið eru trupulleikin

Ragnar Sjúrðarson
5. september 2023 kl. 20:00

Al-Ittihad roynir aftur.

Saudi-Arabiska felagið vil hava fatur í Liverpool stjørnuni Mohamed Salah. Og teir eru til reiðar at fara langt.

Felagið vil gjalda púra villar upphæddir fyri at tryggja Salah.

Tað skriva bretsku miðlarnir Daily Mail og The Sun.

Fyrst og fremst roynir Al-Ittihad at sannføra Salah við eini vikuløn á heili 21 milliónir krónur.

Harafturat roynir Al-Ittihad at freista Salah við einum prosentparti av troyggjusøluni, 480.000 krónur fyri hvønn sigur og ein umboðsmannaleiklutir fer at tryggja honum 157 milliónir krónur afturat.

Milliónirnar regna eisini yvir Liverpool, um teirra stjørnuspælari úr Egyptalandi verður seldur.

Al-Ittihad er nemmiliga til reiðar, at gera hann til dýrasta spælaran nakrantíð. 

Felagið er til reiðar at rinda næstan 1,9 milliardir danskar krónur fyri Mohamed Salah.

Tað er ein kostnaður, sum fer at gera hann kostnaðarmiklari enn tað, PSG rindaði fyri bæði Neymar og Kylian Mbappé í síni tíð.

Men Liverpool venjarin, Jürgen Klopp, ivast ikki. Hann vil – kosta hvat tað kosta vil - hava sín talisman.

-    Hann er okkara spælari, hann vil spæla her og soleiðis er tað, slóg venjarin fast eftir sigurin hjá Liverpool á Aston Villa í vikuskiftinum, tá Salah eisini skoraði.