Alias Morera á G!

Tað er okkurt púra serstakt við röddini hjá Filipi, og evnini at skriva lög og at framleiða eru eisini ómetaliga góð

Tíðindaskriv - G! Festivalurin
6. mars 2024 kl. 10:00

Filip Mortensen er ein maður, sum við öllum sínum verkætlanum hevur ljóðað, sum nakað, ið burdi verið heimskent. Hann líkist eisini eini rokkstjörnu og hevur gjört tað síðani fyrstu fetini inn á föroyska tónleikapallin við bólkinum The Story Ends. Fyrstu fetini uttanlands vóru í endadystinum í Global Battle of the Bands við Lady Fire, sum annar av tveimum í The Ghost við altjóða útgávusáttmála, og sum partur av Lover Lover, ið var landaplága her heima.

Tað er okkurt púra serstakt við röddini hjá Filipi, og evnini at skriva lög og at framleiða eru eisini ómetaliga góð.

Alias Morera er nýggjasta verkætlanin, sum Filip Mortensen er partur av. Fyrsta staklagið Laredo er longu tráspælt í föroyskum útvarpi.

Framförslan á G! verður einki mætari enn ein frumframförsla her heima á klettunum.

Tað verður eftir-punk hugburður blandaður við popptónleiki. Vit gleða okkum at uppliva hesar nýggju tónar frá Alias Morera á G!

Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivör.