Álitisvekjandi, grundigur og umhugsin

Jóannes Eidesgaard arbeiddi sera væl saman við Anfinni Kalsberg, fyrrverandi løgmanni, sum nú er farin

Árni Gregersen
21. februar 2024 kl. 09:01

Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, andaðist í gjár 76 ára gamal.

Ein av teimum, sum hevur samstarva nógv við fyrrverandi løgmann, er Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.

-Eg koma at kenna Anfinn Kallsberg í 1991, tá ið eg gjørdist landsstýrismaður í samgonguni millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Tá minnist eg, at hann segði, at tað var eitt satt "fornoyilsi" at samstarva við Javnaðarflokkin.

Jóannes Eidesgaard samstarvaði eisini væl við Anfinn Kallsberg, tá ið hann var løgmaður og Anfinn Kallsberg formaður í fíggjarnevndini.

-Hann var álitisvekjandi, grundigur og umhugsin.

-Hann er ein av teimum politikarum, sum vit fara at minnast, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður.