

IK Sävehof uttan Elias og Óla
Báðir føroyingarnir í svenska felagnum IK Sävehof máttu hyggja at, tá lið teirra smurdi mótstøðuna av fríggjakvøldið. Føroyingaliðið var favorittur áðrenn dystin í kvøld, og gjørdu sína skyldu við at vinna 22 – 31 ímóti Hallby.
Hetta var fyrsti landskappingardystur hjá IK Sävehof í hesum hondbóltsárinum, og áskoðarar í Svøríki verða sostatt noyddir at bíða áðrenn teir síggja Óla Mittún í bestu svensku deildini.
Talan er um skaða hjá bæði Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu. Elias hevur verið darvaður av skaðum seinastu mánaðirnar, meðan Óli hevur spælt nógv og væl í dystunum upp til kappingarbyrjan. Sambært keldum hjá Dimmalætting, er skaðin hjá Óla ikki so álvarsamur, meðan Elias skal bíða í longri tíð áðrenn hann er aftur á vøllinum.
Roskilde tóku stig ímóti favorittinum
Tað bleiv ein tættur dystur millum TMS Ringsted og Roskilde Håndbold, sum hevur føroyska strikuleikaran Rógva Dal Christiansen á liðnum. Roskilde vann dystin 22-24 heldur óvæntað. Serfrøðingar hava tippað TMS Ringsted sum favoritt at rykkja upp í bestu deildina.
Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Rógva í næst bestu donsku deildini. Roskilde hevði undan dystinum vunnið ein og tapt ein dyst. TMS Ringsted sum spældu í bestu donsku deildini í fjør vóru stórfavorittar undan dystinum, men Roskilde tók dystin upp og fylgdu við allan vegin. Roskilde løgdu seg á odda mitt í seinna hálvleiki, og seinastu minuttirnar skiftust liðini um at skora.
Føroyski strikuleikarin skoraði trý mál í sigrinum í kvøld.
Nýggja liðið hjá Róki vann
Aarhus HC vann til endans, eftir liðið førdi allan dystin ímóti Odder. Endaliga úrslitið gjørdist 27-26.
Rókur Akralíð er ein av mongu føroysku leikarunum sum hevur skift felag í summar. Hann er fluttur til nýggja felagið Aarhus HC, har millum annað landsliðsvenjarin Peter Bredstorff-Larsen er ein av stigtakarunum.
Liðið hjá føroyska landsliðsliðskiparanum hevur fingið eina góða byrjan í hesum kappingarárinum, og liggja nú nummar
Rókur Akralíð kom ikki á máltalvuna fríggjakvøldið.
Stórsigur hjá landsliðsmálverja
Margit Weihe Fríðmundsdóttir og lið hennara EH Aalborg vunnu sín dyst í donsku 1. deild fríggjakvøldið. Tær vunnu 30-19 á Gudme HK.
Málverjin sum er farin í holt við sítt næsta kappingarár í næst bestu donsku deildini, er ein av 11 føroysku kvinnuleikarunum sum í løtuni spæla uttanlands. Seinastu árini hevur Margit røkt eitt av málverjaplássunum á føroyska landsliðnum.
Pauli og Cherbourg á talvuna
Einasti hondbóltsføroyingurin í Fraklandi vann í stórsigur, 36-23, í fyrsta heimadystinum hjá Cherbourg í ár. Liðið hjá Paula Jacobsen, sum er mett at liggja í toppinum í fronsku 1. deild í ár, taptu fyrsta dystin í kappingarárinum, og høvdu tí tørv at tveimum stigum tá Valence vóru á vitjan.
Tað var stórur munur á liðunum, og liðið hjá Paula fingu tvey løtt stig.