Altjóða dómstólurin fer nú at kanna krígsbrotsverk í Ukraina

Altjóða dómstólurin skal saman við einum kanningarliði úr ES staðfesta, um krígsbrotsverk eru framd í Ukraina

Ein ukrainsk mamma syrgir við grøvina hjá soninum, sum varð dripin av russiskum hermonnum 17. mars í Bucha. Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at fleiri enn 700 lík vórðu funnin í Bucha, eftir at russisku herdeildirnar tóku seg úr býnum 18. apríl. Mynd: EPA
Steinar Patursson
25. apríl 2022 kl. 16:13

Altjóða dómstólurin í Haag skal saman við einum toymi av kanningarfólki úr ES kanna, um krígsbrotsverk eru farin fram í Ukraina.

BBC skrivar í dag, at Karim Khan, ákæri hjá altjóða dómstólinum, hevur gjørt avtalu við ríkisákærarnar úr Litava, Polandi og og Ukraina, og talan er um fyrsta kanningararbeiði hjá altjóða dómstólinum við einum kanningartoymi.

Eurojust, sum er stovnurin undir ES fyri kriminalrættarligum samstarvi, vil vera við, at samstarvið sendir eini greið boð um, at allar royndir verða gjørdar at fáa prógv til vega og at fáa tey seku fyri rætt.

Karim Khan gjørdi longu í mars mánaði greitt, at hann ætlaði at seta í verk kanningararbeiði sum skjótast, ið skuldi staðfesta, um krígsbrotsverk eru framd í Ukraina, og boðini komu, eftir at 39 lond høvdu heitt á altjóða dómstólin um at fara til verka.