Í døgunum frá 20. september - 26. september er altjóða vika teirra deyvu.
Hesa vikuna viðurkenna fólk, um allan heimin, at deyv hava egið samfelag, serstaka mentan, og sítt egna mál, sum er felagsnevnarin í øllum, nevnliga teknmál.
Ásins evni fyri altjóða viku teirra deyvu er „Fejring af blomstrende døve fællesskaber“.
Hyggja vit aftur í tíð, síggja vit at fleiri og fleiri tiltøk og feløg eru sett á stovn, sum hava verið við at styrkt og betra um umstøðurnar hjá teimum deyvu. Nú er tíðin at fagna øllum teimum, sum hava tikið lut og takka fyri treystleika í nærumhvørvinum og á altjóða pallinum.
Altjóða vika teirra deyvu, hevur stóran týdning, har vit viðurkenna deyv, teirra samfelag og yrkisfeløg.
Á heimasíðuni wfdeaf.org eru fleiri talgilt „webinar“ hesa vikuna, har tú kanst taka lut.
Fakta:
Teknmál er eitt mál eins og føroyskt. Munurin á teimum báðum er at talumál verður samskift við ljóði, meðan teknmál verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum.
Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál og hevur egna mállæru og ber egna mentan. Teknmál er ikki altjóðamál. Tað eru umleið líka nógv teknmál og talumál í heiminum.
5. juli 2017 var føroyskt teknmál viðurkent, sum alment føroyskt mál.