Amerikanska Kongressin hevur nú endaliga staðfest valsigurin hjá Joe Biden

Eftir langa ófriðin í nátt okkara tíð, savnaðist Kongressin aftur og staðfesti sigurin

Ari av Rana
7. januar 2021 kl. 09:15

Joe Biden er nú endaliga kosin at verða vinnarin av amerikanska forsetavalinum, sum varð hildið 3. november 2020. Tá vann Joe Biden 306 valmenn, meðan sitandi forseti, Donald Trump, fekk 232 valmenn.

Síðani valið hevur nógv órógv verið, har Donald Trump og hansara viðhaldsfólk hava hildið uppá, at alt ikki fór rætt fram á valinum og at hann var veruligi vinnarin. Eitt nú hoyrdist fyri fáum døgum síðani telefonsamrøða hjá Trump við uttanríkisráðharran í Georgia, republikanarin Brad Raffensberger, har hann bønaði og hótti hann um at finna tær atkvøður afturat, sum skulu til fyri at hann forsetavalið í statinum Georgia. Raffensberger vísti hesum frá sær og segði, at valúrslitið í Georgia var rætt og at alt var farið rætt fram.

Ónøgdin hjá viðhaldsfólkunum hjá Trump fleyt yvir í gjár, eftir at Kongressin, tað er Senatið og Umboðsmannatingið, fór at telja valmenninar, sum forsetavalevnini vunnu á valinum og harvið endaliga staðfesta sigurin hjá Joe Biden. Eftir einari løtu var Kongressin noydd at steðga teljingini, tá viðhaldsfólkini hjá Trump tók seg inn í Capitol Building í Washington, har Kongressin heldur til.

Eftir fleiri tímar við ófriði, har viðhaldsfólkini brutu seg inn í salin og kontór í Capitol Building, har eitt mótmælisfólk varð dripið av vaktarfólki, og trý onnur doyðu og 52 vórðu særd av løstum í ruðuleikanum, kundi Kongressin aftur fara í gongd við at staðfesta sigurin.

Beint fyri kl. 9 í morgun føroyska tíð, kundi sigurin staðfestast. Joe Biden er næsti forsetin í USA og verður svorin inn 20. januar. Eisini varð Kamala Harris staðfest sum vinnari av varaforsetaembætinum.