Amerikanskur kavbátur í Nólsoyarfirði

Talan er um ein kjarnorkuriknan hernaðarkavbát

Fríðmundur Nattestad
21. juni 2024 kl. 13:45

Amerikanski hernaðarkavbáturin USS New Hampshire kemur í dag í Nólsoyarfjørð. Hetta er í samband við manningarskifti.

Hesum boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá á heimasíðu sínari í dag.

- Brimil fylgir USS New Hampshire, sum er kjarnorkurikin, meðan hann er í føroyskum sjóumveldi, skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.