Amerikanskur politikari vil forbjóða TikTok í USA

Amerikanski forsetin, Joe Biden, skrivaði fyri stuttum undir eina lóg, sum forbjóðar embætismonnum at hava kinesisku appina. Nú vil Politikari í umboðsmannatinginum forbjóða øllum amerikanarum, at hava væl umtóktu appina

Ragnar Sjúrðarson
2. februar 2023 kl. 09:40

Er tað upp til Mike Gallagher, sum er limur í umboðsmannatinginum fyri republikanararnar, verður væl umtókta appin, TikTok, bannað í USA.

Gallagher, sum er formaður í úrvalinum fyri kinesiskum viðurskiftum í umboðsmannatinginum, hevur í longri tíð vilja forbjóða sosiala miðlinum í USA, skrivar Reuters.

TikTok er átt av kinesarum, og appin er fleiri ferðir lagd undir at flýggja út data um amerikanskar brúkarar til kinesisku stjórnina.

Í tí sambandi valdi Joe Biden, forseti, at undirskriva eina lóg, sum forbjóðar embætismonnum at hava kinesisku appina.