Ann heldur fram sum forkvinna

Bjarni Kárason Petersen hevur tilnevnt nýggja nevnd fyri menningarsamstarv og neyðhjálp

Jóannes Hansen
17. apríl 2024 kl. 22:05

Ann Hermansdóttir studentaprestur heldur fram sum forkvinna í nevndini fyri menningarsamstarv og neyðhjálp. Tað veit Ann Hermansdóttir frá at siga í kvøld.

Á facebookvanga sínum skrivar hon soleiðis:

Í 4 ár havi eg sitið sum forkvinna í nevndini fyri menningarsamstarv og neyðhjálp. Tað var Jenis Kristjan av Rana, sum heitti á meg at gerast limur í nevndini í 2020. Tað hava verið 4 ómetaliga gevandi og lærurík ár.

Nú er ein nýggj nevnd tilnevnd av landsstýrismanninum Bjarni Kárason Petersen, og eg havi sagt ja til at vera sitandi sum forkvinna. Gleði meg til samstarvið, bæði innanhýsis í nevndini, men eisini við felagsskapir í Føroyum og uttanlands.