Anna vildi hava Mette til at útgreina orðingina "Einki um Føroyar og Grønland uttan um Føroyar og Grønland"

Í samgonguskjalinum hjá SMV-stjórnini í Danmark stendur orðingin “Einki um Føroyar og Grønland uttan um Føroyar og Grønland”, og Anna Falkenberg vildi hava Mette Frederiksen at útgreina orðingina

Sigurjón Einarsson
7. februar 2023 kl. 15:10

Í samgonguskjalinum hjá SMV-stjórnini í Danmark stendur orðingin “Einki um Føroyar og Grønland uttan um Føroyar og Grønland”, so í dag vildi Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, hava Mette Frederiksen, forsætisráðharra, at útgreina hesa orðing.

Hetta hendi í fyrstu víðkaða spurnartímanum í hesar fólkatingssetuni. Víðkaður spurnartími merkir, at norðuratlantisku limirnir saman við donsku floksformonnunum, kunnu seta forsætisráðfrúuni upp til tríggjar spurningar hvør.

Fyri at vísa á týdningin av, at tað er týdningarmikið, at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, valdi Anna at innleiða seinna spurningin á heldur øðrvísi hátt. Hon segði, at hóast Føroyar útflyta heilt nógvan makrel, so fáa danir - og ei heldur Mette Frederiksen sjálv, ið sigst dáma væl at eta makrel upp á breyð - ikki gleði av føroyskum makreli upp á breyð. Føroyar kunnu nevniliga ikki útflyta meirvirkaðan makrel til Danmarkar, ella onnur ES-lond, uttan at tollur verður lagdur omaná.

Mette Frederiksen takkaði fyri spurningarnar og segði, at hóast hon hevði fingið nógvar spurningar um makrel, so var tað ikki hent áður, at hon hevði fingið ein spurning um makrel í fólkatingssalinum. Men forsætisharrin vísti á, at tað er týdningarmikið, at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, og hvussu danska stjórnin fer at virka fyri, at hetta verður veruleiki sum skjótast.