Apupokur staðfest í Danmark

Sundhedsstyrelsen hevur í dag boðað frá at apupokur er staðfest í Danmark. Maðurin, sum er smittaður er farin í sóttarhald. Styrelsen for Patientsikkerhed er í holt við at smittuspora tey nærmastu hjá tí smittaða

Kristian Waag Dam
23. mai 2022 kl. 13:46

Sundhedsstyrelsen hevur í dag boðað frá at apupokur er staðfest í Danmark. Í løtuni eru fleiri smittaði kring heimin. Smittan er staðfest fleiristaðni í heiminum millum annað í Evropa, USA og Australia, og nú eisini í Danmark.

Tann smittaði maðurin vísti sjúkueyðkenni eftir at hann var heimkomin úr eini ferð í Gran Canaria í Spania. Átøk eru sett í verk fyri at forða smittuni í at spreiða seg. Maðurin, sum er smittaður er farin í sóttarhald. Styrelsen for Patientsikkerhed er í holt við at smittuspora tey nærmastu hjá tí smittaða.

- Heilsumyndugleikar vænta ikki útbreidda samfelagssmittu í Danmark, men vit fylgja støðuni, segði danski heilsuráðharrin, Magnus Heunicke, í tíðindaskrivið.

Apupokurnar eru ein zoonotisk virus, sum merkir, at hon hevur uppruna í djórum – í hesum førinum apum. Hjá teimum flestu elvir virusin til fepur og eitt eyðkent útbrot á húðina, sum vanliga lekir eftir o.u. fýra vikur. Apupokur eru vanliga í pørtum av Afrika, men nú hevur sjúkan spreitt seg breidri, enn hon plagar, og tað vekir órógv hjá World Health Organization, sum heldur kreppufund um málið. Fepur, kaldaskjálvtar og útbrot á húðini eru nøkur av sjúkraeyðkenninum hjá apukopunum sum Sundhedsministeriet hevur boðað frá.

- Teir allarflestu av sjúklingunum í einum slíkum heilsuverkið sum í Danmark koma fyri seg, skrivar Sundhedsbestyrelsen.

Apupokur hevur verið at sæð í Afrika í fleiri ár, men sjúkan sæst sjáldan Í Evropa, tískil vekir tað ans nú smittan hevur spreitt seg so mikið nógv kring heimin.

Leys Størv