Arbeiða við at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli

Strandferðslan vil hava meiri luft í ferðaætlanina fyri at sleppa undan seinkingum

Áki Bertholdsen
11. apríl 2024 kl. 22:04

Strandferðslan arbeiðir nú við eini ætlan um at broyra ferðaætlanina hjá Smyrli eitt sindur.

Tað hevur leingi verið ein trupulleiki, at Smyril ikki klárar at halda ferðaætlanina tí tað er so nógvur farmur at flyta. 

Sum vit áður hava skrivað, er ætlanin at samskipa farmaflutningin og javna hann út á fleiri túrar. Samstundis verður arbeitt við eini skipan, har tað ber til at bíleggja ferðaseðil á internetinum.

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/bileggja-ferdasedil-a-internetinum-vona-at-tad-er-veruleiki-i-naesta-manad

Men Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni sigur, at tey arbeiða eisini við at broyta ferðaætlanina eitt sindur. Tað er ein ætlan, sum nú er send vinnuligum virkjum, kommunum, og øðrum áhugaðum, til viðmerkingar.

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at í hesum sambandi eru tað ávísir túrar, arbeitt verður við at broyta.

Eitt nú er ætlanin at broyta túrin av Krambatanga seinnapartin fríggjadagin. Sum nú er, fer hann av Krambatanga klokkan 16, men ætlanin er at flyta hann ein hálvan tíma fram, til klokkan 15.30. Tað gevur manningini ein hálvan tíma longri at lasta Smyril á Havnini fríggjakvøld, tá ið nógv eru við, 

Afturfyri verður ein hálvur tími minni at tøma biladekki og lasta tað aftur av túrinum har Smyril fer av Havnin klokkan 13, men stjórin sigur, at manningin væntar ikki, at tað verður tann stóri trupulleikin, tí tá eru tað, í nógv mesta mun, persónbilar, sum eru við og ikki farmur.

Ætlanin er eisini at flyta túrarnar av Havnini klokkan 16 mánadag og mikudag, ein hálvan tíma aftur til klokkan 15.30.

Somuleiðis er ætlanin at flyta túrarnar av Krambatanga klokkan 18.45, aftur til klokkan 18.30.

Endamálið við at broyta ferðaætlanina er at fáa betri tíð ímillum túrarnar, so at manningin fær betri umstøður at lasta skipið, so at biladekkið verður gagnnýtt til fulnar. Her verður serliga hugsað um teir túrarnar, tá ið nógvur farmur er.