Arbeiðsloysið enn søguliga lágt

Arbeiðsloysið í oktober er 0,7 prosent, og er enn á søguliga lágt. Í Eysturoynni er arbeiðsloysið bert 0,3 prosent

(Mynd: Unsplash)
Sigurjón Einarsson
24. november 2022 kl. 10:32

Tað eru umleið 200 fólk í Føroyum, ið eru arbeiðsleys. Tað svarar til 0,7 prosent, sum hevur verið afturvendandi talið síðan august í ár.

Verður samanborið við oktober í fjør, so vóru tá 250 fulltíðararbeiðsleys fólk í Føroyum.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

(Kelda: Hagstovan)

Lægst í Eysturoy
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni við 0,3 prosentum og í Vágum 0,4 prosent. Í Suðuroy var arbeiðsloysið 1,7 prosent og í Sandoynni 1,3 prosent.

Hagstovan skrivar eisini, at arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu – 0,4 prosent – og hægst millum tey 35-44 ára gomlu, svarandi til 0,9 prosent.

Fakta

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er eitt fólk, sum er arbeiðsleyst allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk rakt av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvørt, so telja bæði fólkini samanlagt sum eitt fulltíðararbeiðsleyst henda mánaðin. Í oktober vóru 232 fólk raktt av arbeiðsloysi.

Kelda: Hagstovan