Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis metlágt

Hesa seinastu tíðina er tað enntá kvinkað enn longur niður

Áki Bertholdsen
25. mai 2023 kl. 11:25

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis metlágt. Hesa seinastu tíðina er tað enntá minkað eitt vet afturat, so at í apríl í ár var tað bara 0,7 prosent. Hetta er samstundis tað lægsta, tað nakrantíð hevur verið.

Tað merkir, at tað vóru bara 215 fólk í øllum landinum, sum ikki hava eitt arbeiði at fara upp til um morgunin. Beint nú, seinast í mai, eru tað bara 141 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. Talan er um 61 kvinnur og 80 menn.

Men samstundis fáa 505 fólk stuðul úr teirri serligu fiskavirkisskipanini hjá Als, sum tey, ið arbeiða á fiskavirkjum, kunnu fáa úr, tá ið eingin fiskur er at arbeiða. Talan er um 262 kvinnur og 243 menn.

Arbeiðsloysið plaga altíð at verða væl størri hjá kvinnum enn hjá monnum, men hesa seinastu tíðina hevur kynsbýtið javnað seg út, so tú er eingin munur á kynunum í so máta. Tað merkir, at arbeiðsloysið er 0,7 prosent hjá báðum kynum.

Tá ið arbeiðsloysið er so lágt sum tað er nú, merkir tað í roynd og veru, at tað er trot á arbeiðsmegi. Og tað hevur tað verið leingi, tí tað eru heili fimm ár síðani, at arbeiðsloysið var yvir tvey prosent. 

Fyri 10 árum síðani var arbeiðsloysið 4,9 prosent, men síðani er tað alsamt lækkað.

 Men sum tað sæst í talvuni oman fyri, er tað stórur munur á teimum ymsu økjunum í landinum. Í syðra parti í landinum, í Sandoynni og í Suðuroynni, er arbeiðsloysið altíð nógv hægri enn aðrastaðni, og tað er tað framvegis.