Arbeiðsloysið í Suðuroy er fleiri ferðir so høgt sum aðrastaðni

Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi

Áki Bertholdsen
23. apríl 2024 kl. 11:20

Í mars mánaði var arbeiðsloysið í Føroyum er 1,1 prosent og tað svarar til, at tað eru 346 fólk, sum eru fulltíðararbeiðsleys. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

  Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent og tað merkir, at tá vóru tað 255 fólk, sum vóru arbeiðsleys.

Arbeiðsloysið er eitt sindur størri hjá monnum enn hjá kvinnum,  tí arbeiðsloysið hjá monnum er 1,2 prosent og hjá kvinnum er tað eitt prosent - men tað eru eisini einir 2.000 fleiri menn í Føroyum enn tað eru kvinnur.

Hinvegin er tað rættiliga stórur munur á, hvussu stórt arbeiðsloysið er í teimum ymsu økjunum kring landið. 

Arbeiðsloysið er minst í Norðoyggjum tí har er tað bara 0,4 prosent. Hinvegin er tað nógv hægst í Suðuroy, tí har er arbeiðsloysið 3,4 prosent, og tað er eisini 1,8 prosentstig hægri enn tað var fyri einum ári síðani.

Myndin niðan fyri vísir, hvussu arbeiðsloysið er í teimum ymsu økjunum í landinum.