Arbeiðspláss flytur úr Havnini til Saltangará

Har hava tey fingið skraddaraseymað høli

Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
31. august 2023 kl. 15:00

Føroyska kanningarstovan, Thetis, flytur nú úr Havnini inn í Saltangará.

Tað skriva tey á Facebook og tey siga, at hereftir fara tey at hava alt virksemið í nýggju hølunum í Saltangará. 

Síðan 2016 hava tey hildið til á granskarasetrinum, iNova, men nú halda tey, at tíðin er komin at flyta í egin hølir, sum egna seg betur til virksemið.

Í Saltangará fingu tey høvi at byggja teirra egnu kanningarstovu, sum er skraddaraseymað til teirra virksemi, og tey halda, at tað ber væl til at vera har, tí tað eru bara 15 minuttir til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Thetis er ein góðkend kanningarstova, og har arbeiða níggju fólk.